Bakkafrost og ítróttarfeløgini sýndu fram

Krúnprinsparið hevur í morgun vitjað á Glyvrum og í Runavík.

 

Beint eftir klokkan níggju legði Dannebrog at á Glyvrum og eftir eina stutta røðu frá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, gekk leiðin inn á virkið hjá Bakkafrost, har Regin Jacobsen vísti krúnprinsfamiljuni runt.

 

Serligan áhuga høvdu akvariið, sum Bakkafrost hevði sett upp, so at krúnprinsbørnini kundu síggja ein livandi laks, og so deyði laksurin, sum lá við síðunar av.

 

Eftir vitjanina í Bakkafrost lá leiðin inn í Bylgjuna, har ítróttarfeløgini í kommununi vístu síni kynstur.

Hwarang Føroyar, sum er taekwondofelagið, badmintonfelagið Nápur, hondbóltsfelagið Tjaldur, Svanur, sum er ítróttarfelagið hjá teimum, ið bera brek, og fimleikafelagið Støkk vístu fram inni í høllini, meðan NSÍ vísti fram á fótbóltsvøllinum og Roysnið, felagið fyri frælsan ítrótt, rann saman við bilafylginum hjá krúnprinsfamiljuni, tá hon kom til Bylgjuna.

 

Á Facebook-vanganum hjá in.fo ber til at síggja framførslurnar hjá ítróttafeløgunum.

 

Síðani gekk leiðin yvir á Toftavatn, haðani krúnprinsparið gekk yvir í skótahúsið við Løkin, har Runavíkar kommuna bjóðaði eina máltíð.

 

Seinnapartin fer fylgið inn í Sundalagið, fyrst til Hvalvíkar og Haldórsvíkar, síðani Tjørnuvíkar, har krúnprinsurin fer niðan á Stakkin, meðan krúnprinsfamiljan og børnini spáka í bygdini.

 

Í kvøld er móttøka á Dannebrog, áðrenn krúnprinsurin handar heiðursmerki eftir steypafinaluna hjá monnum.