SAMRØÐA
Sunneva Háberg Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Fyri nøkrum árum síðani fór GoGo Blues í upploysing. Stutt eftir hetta stovnaðu Uni Reinert Debess og Brandur Jacobsen Crawling Blue. At byrja við spældi Jóhannus á Rógvu bass, men tað bleiv ikki til nakað. Síðani kom Brandur fram á ein ungan fýr, sum hann hevði spælt saman við í Margarinfabrikkini. Hesin æt Eyðun Johannesen og bleiv skjótt til regluliga bassleikaran hjá bólkinum. Tá teir tríggir skuldu fara í studio og byrja at taka upp, funnu teir útav, at tað manglaði okkurt. Uni møtti tá Óla Olsen á einari ferð í Íslandi og skjeyt upp fyri honum at koma við í studio at spæla Hammond og Rhodes orgul inn. Óli hevði ongantíð spælt saman við teimum fyrr, men kom bara í studio og lærdi seg løgini.
- Vit høvdu bílagt okkum tvær vikur í studo, men roknaðu bara við at brúka eini fýra dagar uppá at spæla grundirnar inn og so at brúka restina av tíðini til at leggja vokalar og annað inn. Men vit funnu skjótt útav, at vit ikki høvdu nokk tíð alíkavæl og máttu leiga húsið eina viku afturat, greiðir Uni frá, tá hann verður spurdur um, hvussu upptøkuprosessin hevur gingið.
- Aftaná tríggjar heilar vikur høvdu vit bara fingið spælt 12 grundir inn. Hendan langa prosessin endaði eisini við, at stemningurin bleiv so intensur, at eg ein dagin knallaði hurðina aftur og gekk til Havnar. Vit høvdu pressað okkum sjálvar so nógv, at tað hekk ikki saman longur í høvdunum hjá okkum. Ikki tí at vit vóru óvinir ella nakað, tónleikurin fylti bara for nógv. Vit hava siðani hetta spælt okkurt inn av nýggjum; stilla alt upp aftur og spælt umaftur.
Intenst arbeiði
Á »The Well« eru gestatónleikarar so sum Kim Hansen á kór, Ólavur Olsen á trompet, alt horn og kór, tríggir danar á aðrar blásarar, ið eru Thomas Edinger á saxofon, Ketil Ducert á trompet og Gustav Rasmussen á trombon.
Løgini hava Brandur Jacobsen og Uni Reinert Debess gjørt saman, meðan Uni hevur skrivað tekstirnar. Um alt gongur eftir ætlan, kemur fløgan út í september, og tá skulu útgávukonsertir eisini spælast.
- Prosessin hevur tikið 1 ½ ár. Vit brúktu tríggjar vikur um at taka tær fyrstu 12 grundirnar upp. Og so hava vit faktiskt brúkt restina av tíðini til at leggja útyvir. Eingin av okkum hevur roynt at veri soleiðis involveraður í einari fløgu, har man bara roynir seg fram allatíðina.
- Tað er serliga niveau av løgunum, ið hevur verið torført at fingi til at hanga saman. Fyrst er eitt lag so feitt, at tú roynir at fáa øll hini upp á saman niveau. Men so knapliga blívur eitt annað lag enn feitari, og so skalt tú til at fáa hini upp á tað støðið. Soleiðis blívur tú við, intil tað er tambað so nógv, at tú ikki fært meira burturúr tí. Tað er ein ógvuliga lærurik prosess, har tú lærir at pressa teg sjálvan og at arbeiða intenst saman við øðrum tónleikarum, sigur Uni.
Simpult og kensluborið
- Foreldrini hjá mær eru 70ara fólk, sum lurta eftir Rolling Stones, Jimi Hendrix, The Doors og so framvegis. So eg eri uppvaksin við blues tónleikinum. Pápi mín hevði eina stóra mynd av Jimi Hendrix hangandi í stovuni. Hann segði altíð, at hasin var Gud innan gittarspæl. Hesum bleiv eg sjálvandi ávirkaður av.
- Eg minnist ordiliga væl einaferð, tá eg var og vitjaði onkran saman við pápa mínum. Eg lærdi at spæla eina blues rundu, og dugdi tað næstan beinanvegin. Tá eg so spurdi pápa mín, um eg spældi rætt, segði hann »Ja, tú spælir tað rætt, men har eru ikki nokk kenslur í. Tað er simpult, men tá mást tú leggja eyka kenslur í spælið«. Tað sleyg meg ordiliga. Eg var bara ein lítil drongur, eini 10 ár, men tað, sum hann segði, setti seg fast. Eg byrjaði tó ikki ordiliga at spæla blues, fyrr enn eg var 20 ár. Tað virkaði knapliga sum um, at eg hevði funnið okkurt í kroppinum. Sum at lívið var komið til eitt ávíst punkt. Og tá byrjaði eg at venja gittara ordiliga.
Eitt loyndarmál
Spurdur, hvat blues hevur at týða, og hvat hann úttrykkir ígjøgnum tónleikin, svarar Uni:
- Fyrr í tíðini brúktu trælirnar blues málið sum loyndarmál, tí tey ikki høvdu lov at úttala seg politiskt. Tey risikeraðu faktiskt at blíva hongd, um tey úttalaðu seg um nakað. So tey sungu kanska um at hava mist damuna, ella um at daman var ónd. Men so merkti tað kanska bara, at staturin var ímóti teimum, ella at arbeiðsgevarin var ein fani. Um tey til dømis søgdu, at Gud hevði vent teimum ryggin, snúði tað seg oftast um statin og ringu livikorini hjá teimum. Í dag er tað ikki soleiðis longur, man er komin víðari, men man heldur enn fast í bluestraditiónini. Ikki tí, at man ikki hevur lov at úttala seg, men tí at man arbeiður út frá eini gamlari traditión. Tú setur meiningarnar og tankarnar hjá tær í nakrar básar, sum eru lættir hjá øðrum at skilja. Til dømis um ein hevur mist okkurt, ella um ein uppdagar síður, sum ein ikki kennir av sær sjálvum ella av øðrum fólkum.
- Tað eru fleiri ting, sum eg sjálvur skrivi um. Tað er kanska serliga baklandið, ið inspirerar. Familjan, hendingar og upplivingar, sum eg eri farin ígjøgnum. Um eg havi mist okkurt, ella um tað eru onkur ting, sum eg gjarna vildi havt gjørt, men ikki gjørdi. So skrivi eg um tað.
Menniskju eru fantastisk
- Og so er tað eisini bara tann fantastiska nattúran og heimurin og menniskju! Menniskju eru simpulthen so fantastisk. Tey eru ymisk og inspirerandi; flyta seg so nógv í øllum, sum tey gera. Man finnur ikki eitt monotont menniskja. Tað er á lívi. Sjálvt har, sum litið hendir, hendir nógv. Tí hjá einum øðrum hendir ikki tað sama. Einki er líka; eingin ger nakað uppá sama máta. Til dømis tá man arbeiðir saman, eisini í tónleiki, er tað vanligt so, at øll hava hvør sínar tankar um, hvussu úrslitið skal vera. Kynstrið er at lova persóninum at hava tankagongdina. Lagið blívur kanska nakað heilt annað, enn tað skuldi. Men tað er tað feita við tí.
Skal koyrast allan vegin
Crawling Blue skulu spæla á einum norskum festivali/oljuráðstevnu nú seinni í mánaðinum har Hanus G. Johansen og Lena Andersen eisini skulu spæla. Umframt hetta hevur bólkurin ætlanir um at fara út at turnera, fara í holt við eina nýggja fløgu og skaffa sær ein manageara.
- Vit vilja koyra tað allan vegin. Tað slógu vit fast beinanvegin, tá vit stovnaðu bólkin, og tað er eisini tað, sum allir bólkalimirnir hava játtað, áðrenn teir eru komnir uppí bólkin.
- Tað er dumt at leggja orku í nakað, og at tað so ikki blívur til nakað. Vit bíða bara eftir at fáa fløguna ordiliga lidna, men inntil ta tíð, er alt á stand-by, gigs í útlondum og so framvegis, tí áðrenn man hevur nakað at vísa á, kann man ikki ordiliga nakað. Men vit hava fleiri kontaktir, bæði í Danmark og í Amerika, og fara at byrja at arbeiða við hesum kontaktunum nú í nærmastu framtíð.
Hoyr tvey løg hjá Crawling Blue á myspace.com/crawlingblue og fylg annars við her
í blaðnum í heyst, tá vit fara at
ummæla »The Well«