- Eftir at hava sameint yvirtiknað virksemi fremur bankin eina tillaging av leiðslubygnaðinum og minkar starvsfólkatalið í miðfyrisiting bankans.
Tað sigur Bank Nordik í tíðindaskrivi fyri løtu síðan.
- Yvirtøkan av teimum sunnu pørtunum av Amagerbankanum hevur hetta síðsta árið kravt nógv tilfeingi til at sameina deildir, starvsfólk, tænastur og kt-skipanir.
Bank Nordik sigur, at sameiningin er framd, og bankin hevur tí møguleika at tillaga bygnaðin, soleiðis at leiðslubygnaður og miðfyrisiting bankans passa til vanliga raksturin.
- Í sambandi við tillagingina fara 14 starvsfólk úr starvi, harav átta í Føroyum, sigur bankin í tíðindaskrivi.