Bankarnir hava nú slept kravinum um NemID

Føroyingar eru ikki longur tvingaðir upp í illa umstrídda NemID

Bankarnir hava nú slept kravinum um at føroyingar skulu knýtast upp í NemID.

Tað boða Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og Felagið Føroyskir Peningastovnar, frá í einum felags tíðindaskrivi beint nú.

 

- Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av málinum um NemId og KT hjá føroysku peningastovninum og tey siga, at hendan fráboðan skal síggjast í ljósinum av hesum. 

 

- Ein óheft kanning verður nú sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum.

 

Samstundis verður boðað frá, at innritanin til netbankan verður óbroytt. 

Tað merkir, at kravið um NemID verður slept, og brúkarar kunnu halda fram at brúka netbankan sum áður.

Men tey sum vilja, kunnu sjálvboðin velja NemId ístaðin fyri verandi innritan.  Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum.  Ein føroysk talgild undirskrift væntast liðug um 2 ár.

 

Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. 

Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.