Bankarnir kunnu missa allar lønirnar

Nú bankarnir fara at flyta alla elektronisku skipanina av landinum, henda, at tað almenna afturfyri fer at skipa sína egnu lønarumsiting so at bankarnir missa allar lønirnar Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum í Løgtinginum í dag.

Orðaskiftið var í Løgtinginum í dag um ætlanina hjá bankunum at flyta alla elektroniskar skipanir av landinum.

Serliga løgtingsfólk fyri Tjóðveldið eru sera hørm um ætlanina hjá bankunum, tí tey siga, at tað fer at drena landið fyri KT førleikar.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálinum er samdur og hann avdúkaði, at hann er í samráðingum við peningastovnarnar um at fáa teir at vísa moralska ábyrgd og samfelagssinni, sum hann málbar seg.

Hinvegin var møgleikin eisini nevndir at forbjóða bankunum hetta við lóg, men Jóannes Eidesgaard var ikki vísur í, at hetta var rætta leiðin.

Hann helt, at hugflogið kundi kanska røkka út um beinleiðis lógarforboð og ein máti at raka bankarnar, er at taka alla lønarumsiting frá bankunum.

Hann vísti á, at hvør einasti løntakari hevur konto í einum peningastovni, sum lønin fer inn á. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nevndi møguleikan at tað almenna beinleiðis ger eina skipan sum umsitir allar lønarkontur á eini lønarstovu, so at bankarnir missa tann partin av virkseminum.

Kanska er loysnin at nøkur klók høvdu seta seg saman at finna eina loysn, sum at taka lønirnar frá bankunum, so at KT førleikin verður varðveittur her heima.