Banka- og aðrir fíggjarstjórar í Bretlandi kunnu fyrireika seg til at fáa minni løn enn nú, tí sambært forsætisráðharranum, David Cameron, fáa stjórarnir í fíggjarkervinum ov góða løn.
Í samrøðu við blaðið The Sunday Telegraph sigur Cameron, at í síðsta enda skulu tað vera partaeigararnir, sum eiga at áseta lønina hjá stjórunum. Sum er kunnu partaeigararnir einans finnast at lønini, um teir halda hana vera í hægra lagi.
Tað er ikki greitt, hvussu forsætisráðharrin hugsar sær at broyta verandi skipan, men kanska er hetta við í einum nýskipanarpakka, sum stjórnin fer at kunngera í næsta mánað.
Í Bretlandi eins og í øðrum londum hevur nógv orðaskifti verið um lønirnar hjá stjórunum í fíggjarkervinum.