- Sum málið stendur í løtuni, so sær tað út til at eg og onnur vinnulívsfólk hava brúkt pengarnar til annað enn at rinda Taks sítt meirvirðisgjald. Taks er bara ein simpul kreditorur millum aðrar kreditorar, og soleiðis er tað bara.
Eivind Jacobsen er tendraður, nú hann bjóðar kaffi í miðhæddini í gamla bygdahandlinum á Strondum. Hann hevur góða tíð.
- Nei, faktiskt geri eg lítið og einki. Konan eigur og rekur handilin, og eg hjálpi eitt sindur til. Men vit klára okkum, leggur Eivind Jacobsen afturat.
Onkuntíð hava verið nógv jørn í eldinum hjá Eivindi. 44 ára gamli strandingurin er fyrverandi borgarstjóri í heimbygdini, hevur verið sera virkin í ítróttarfeløgum og eisini Hondbóltssambandinum. Og so hevur hann verið vinnulívsmaður.
- Ja, eg haldi at tað var í 1996, at eg fór uppí vinnulívið, sigur Eivind Jacobsen, sum annars ikki sigur seg minnast, hvussu nógv feløg hann hevur verið við í.
Ein skjót leitan í vinnuskráunum vísir, at Eivind Jacobsen hevur verið stjóri í 19 feløgum. Flestu teirra eru í dag strikað.
Gjøgnum síni feløg er Eivind Jacobsen ovast á listanum yvir tey, sum landið hevur avskrivað meirvirðisgjald. Góðar 3,1 milliónir krónur tilsamans.
Eivind Jacobsen er fortørnaður. Eftir at Sosialurin avdúkaði tølini um avskrivaða meirvirðisgjaldið, hevur hann kravt bæði landsstýrismannin í fíggjarmálum og stjóran fyri Taks á fund at greiða fløkjuna.
Bankin bremsar
Í kjallaranum, undir handlinum, hevur Eivind Jacobsen sína lítlu skrivstovu. Ringbindini fylla hyllarnar, og gamla teldan á borðinum goymir enn skjøl, samskifti og roknskapir frá eini farnari tíð.
- Bankin rykti snøgt sagt teppið undan mær. Segði upp lánini í øllum mínum fyritøkum, tilsamans 18 milliónir, við 14 daga freist. Hvat skuldi eg tá gera, spyr Eivind Jacobsen út í luftina.
Brøvini frá Eik Banka eru øll dagfest 28. januar 2010. Teksturin er hin sami í teimum øllum. At orsøkin til uppsøgnina av millumverandi er trot, eftirstøður og álitisbrot. Bara nøvnini á feløgunum eru ymisk, og so upphæddirnar, ið tilsamans geva 18 milliónir krónur.
- Tá bankin segði at hetta hevði einki virði, hví skuldi eg so koma við fleiri pengum. So mátti tað bara fara, sigur Eivind Jacobsen ídag.
Hann vil ikki kennast við orðini trot, eftirstøður og álitisbrot. Heldur uppá, at eftirstøða var eingin, meðan álitisbrotið verður sópað av borðinum.
Serliga er tað Stranda Máling, sum tekur honum fast. Tað var sambært Eivindi Jacobsen har, ið hann skuldi tjena sínar pengar.
- Man slapp heldur ikki yvirum. BankNordik fann út av, hvat Eik Banki var í holt við, og lukkaði kassan, sigur Eivind Jacobsen.
Hansara uppáhald er at Eik Banki, tá í byrjanini av 2010, var í holt við at rudda út í sínum kundaskara fyri á tann hátt at bjarga sær sjálvum.
- Bankin hevði ein innanhýsis trupulleika við gjaldførinum og solvensinum. Eg skíri tað, ið fór fram í bankanum tá, fyri kreativa bókføring, hvørs endamál bara var at pynta um roknskapin, sigur Eivind Jacobsen.
Spurdur, um hetta ikki er lætt at sita og siga ídag, havandi í huga lagnuna hjá gamla Eik Banka, er Eivind Jacobsen avgjørdur:
- Eg sigi bara, hvussu bankin arbeiddi í eini desperatari roynd at bjarga sær sjálvum.
Rutsjutúrurin
Uppsøgdu lánini sendu Eivind Jacobsen í gólvið, og bústjórar tóku yvir.
- So fór alt bara á heysin. Virðini vórðu gjørd upp, og eftir mínum tykki vórðu tey sett alt ov lágt. Bygningurin hjá Stranda Máling varð seldur fyri 2,8 milliónir og øll goymslan fór fyri 700.000 krónur.
Hvat var tá virðið, eftir tínum tykki?
- Goymslan var so verd tvær milliónir. Sjálvandi er ringt at meta um bygningin, hann stendur jú á Strondum. Men hvat kostar tað at byggja ein slíkan bygning á 1000 fermetrar, svarar hann spyrjandi.
Í dag hevur Eivind Jacobsen ikki yvirlit yvir, hvussu nógv lá eftir, tá avtornaði.
- Nei, eg var ikki við har, tá feløgini vórðu gjørd upp. So eg veit ikki, hvør dividendan var. Havi ongantíð tímað at hugt, og satt at siga interesserar tað meg ikki. Bankin og Taks ynsktu tað soleiðis, og hvat skal eg so gera við tað.
Gjøgnum síni nú fyrrverandi feløg er Eivind Jacobsen sum áður nevnt ovast á listanum hjá Taks yvir tey, har tað almenna síðstu árini hevur avskrivað meirvirðisgjald. Fyrrverandi vinnulívsmaðurin hevur lítið gott at bera Taks.
- Eg pástandi, at Taks handfór støðuna somikið illa, at Taks var við til at koyra felagið hjá mær á heysin, sigur Eivind Jacobsen og heldur fram:
- Hevði Taks vilja bíðað, so høvdu tingini lagað seg. Taks hevði fingið sínar pengar, sigur Eivind Jacobsen og argumenterar við, at hann bað um sonevnt moratorium.
Moratorium merkir í stuttum, at kreditorar útseta síni krøv, uttan tó at sleppa skuldaranum undan nøkrum.
- Eik Banki noktaði, og Taks segði seg ikki luttaka í slíkum. Tá var einki at gera. Hevði Taks verið við, so stóð bankin einsamallur við kravinum um tvingsilsølu, og so kundi eg fótað mær aftur, ljóðar pástandurin frá Eivindi Jacobsen ídag.
Tað hendi sum kunnugt ikki. Feløgini fóru á heysin, og millum aðrar kreditorar stóð Taks við sínum mvg-kravi.
- Hasi tølini, ið Taks kemur við, eru tað reina tvætl. Til dømis sigur Taks, at Strandamáling skyldar meira enn eina millión í meirvirðisgjaldi. Tá eg varð koyrdur frá, var mvg-skuldin 460.000 krónur. Tað høvdu vit eisini klárað at goldið, um vit fingu eitt ávíst skotbrá. Tá tú handlar við máling er tað um summarið, at tú tjenar pengarnar, sigur Eivind Jacobsen.
Hann viðgongur tó, at mvg-roknskapurin var ikki ajour, tá bankin høgdi bremsurnar í.
- Nei, eg haldi at vit vóru tvey gjøld afturút, sigur Eivind Jacobsen.
Spurdur, hvussu hann tá forklárar munin, frá sínum 460.000 krónum til góðu milliónina í metingini hjá Taks, spælir Eivind Jacobsen elegant bóltin víðari:
- Tað haldi eg at Taks skal sleppa at forklára, sigur hann.
Hinvegin heldur hann seg ikki hava serligar skyldur mótvegis Taks, sammett við onnur, ið eiga pengar til góðar.
- Í somáta er Taks ein simpul kreditorur. Eg hvørki kann ella vil taka Taks fram um aðrar kreditorar. Tá eitt felag verður kravt á heysin skal alt býtast javnt millum allar kreditorar, og soleiðis er tað, sigur Eivind Jacobsen.
Á berum
Á kjallaraskrivstovuni í handlinum á Strondum blaðar Eivind Jacobsen gjøgnum pappírini. Samskifti við gamla Eik Banka, gomul kontobløð og so framvegis. Hann er sannførdur um, at hann hevði kunna hildið fram við sínum virksemi. Heldur seg hava fingið eina vánaliga viðferð. Tykist hava mist álitið, bæði á skipanina og á Taks. Kortini er svarið noktandi, tá vit spyrja um hann er ein beiskur maður ídag:.
- Nei, eg eri skít líkaglaður. Farið er farið. Eg dugi at gera máling og kundi fyri sovítt byrjað í morgin. Men fyribils geri eg einki, sigur Eivind Jacobsen.
Hann er greiður yvir, at har úti í samfelagnum eru nógv, sum hava mist pengar uppá hann.
- Ja, sjálvandi eru tað tað. Men mest eru tað feløg. Eg dugi ikki at seta tal á, men soleiðis má tað bara vera. Eg má bara siga, at eg royndi. Men tað gekk so ikki, staðfestir Eivind Jacobsen.
Fyrrverandi politikarin og vinnulívsmaðurin hevur í dag einki boð uppá, hvat hann fer at takast við.
- Nei, tað veit eg ikki. Men tað gongur nokk, eg klári meg.
Eivind vil á fund
Eftir at Sosialurin almannakunngjørdi mvg-listan hjá Taks hevur Eivind Jacobsen á Strondum kravt fund, bæði við Fíggjarmálaráðið og Taks.
- Jú, eg vil á fund við Jørgen Niclasen og Eyðun Mørkøre. Vit mugu til botns í hasum málinum, tí hatta vil eg ikki hava sitandi á mær, sigur Eivind Jacobsen og sipar til tær 3,1 milliónirnar, ið landskassin hevur avskrivað uppá seg.
Eivind Jacobsen sigur seg hava fingið lovað fund um málið fríggjadagin.
- Eg gangi út frá, at Taks skjótt fer at finna útav, at tey við sínum handlingum og handfaring av feløgum sjálvi hava viðført landskassanum tap, sigur Eivind Jacobsen.
Strandingurin er tvørur. Sigur seg umhugsa at stevna.
- Men fyrst mugu vit fundast, sigur Eivind Jacobsen.
Eivind & Eyðun
Reaktiónirnar vóru nógvar, tá Sosialurin almannakunngjørdi mvg-listan hjá Taks. Eitt nú skrivaði Eyðun Jacobsen á Facebook, at Eivind Jacobsen skuldi syrgt fyri at rinda sær tær 360.000 krónurnar, ið hann var dømdur at gjalda sær. Teksturin varð prentaður á okkara síðu 2. Eftirfylgjandi hevur Eyðun Jacobsen sagt seg angra orðini.
Eivind Jacobsen sigur í sínum lagi, at honum dámar illa útsøgnina, sum er faktuelt skeiv. – Eg eri ongantíð dømdur at gjalda Eyðuni Jacobsen nakað sum helst, sigur Eivind Jacobsen.