Bann móti lýsingum fyri junkfood komið í gildi

So er tað slutt við at lýsa fyri junkfood í sjónvarpi og á netinum í Bretlandi.

Í juni vitjaði forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, ein skúla í Essex í Onglandi, har hann tosaði við næmingar í døgurðasteðginum. Forboð móti lýsingum fyri junk food kom í gildi í dag. Tað er gjørt fyri at stríðast ímóti fiti hjá bretskum børnum. - Mynd: Isabel Infantes/Ritzau Scanpix

Forboðið kom í gildi í dag fyri at berjast ímóti barnafiti, skrivar BBC.

Tað er nú bannað at lýsa fyri mati og drekka við nógvum feitti, salti og sukuri - eisini nevndir HFSS vørur - í sjónvarpinum áðrenn klokkan 21.

Á á netinum er tað totalt bann fyri slíkum lýsingum.

Lýsingar fyri leskidrykkir, sjokulátu, góðgæti, pizza og ís eru millum vørurnar, sum eru fevndar av forboðnum.

Sambært BBC vísir gransking, at útsetningurin hjá børnum fyri lýsingum fyri ósunnum mati kann ávirka, hvat tey eta á ungum árum. Vandin fyri ovurfiti kann økjast.

/Ritzau/