Torradagar aftur á skrá í Klaksvík

Torradagarnir í Klaksvík verða á skrá 16. – 21. februar. Torradagar hava verið fyriskipaðir í Klaksvík í seytjan ár

Nú ber til at seta tiltøk á Torraskránna fyri 2026. Torradagarnir verða á skrá 16. – 21. februar 2026

 

Í 2007 vóru Torradagarnir á fyrsta sinni á skrá, m.a. tí saknur var í einum savnandi tiltaki á vetri, har tað tó aftur byrjar at ganga móti ljósari tíðum, sum eisini er ein merking av “Torra”.

 

Torradagar hava verið fyriskipaðir í Klaksvík í seytjan ár – í 2021 vórðu dagarnir avlýstir vegna sóttina. So hetta verður 18. ferðin, Torradagarnir eru á skrá.

 

Til ber umvegis leinkjuna niðanfyri at seta tiltøk á skánna – Skriva heitið á tiltaki, hvar, nær – dag og klokku – og skriva eisini eina frágreiðing um tiltakið. Eru ivamál ber til at skriva til samskiparan, Dáva Winther á dw@klaksvik.fo

 

Seinasta freist fyri at seta tiltøk á Torraskránna er á miðnátt leygarkvøldið 7. februar 2026!

 

Tiltøk á Torraskánna

 

Tiltøk á skrá - Klaksvíkar kommuna

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##