Scott Harrington nýggjur U20-venjari

Scott Harrington er nýggjur venjari hjá føroyska U20-landsliðnum hjá monnum í hondbólti

Hondbóltssambandið skrivar, at nýggi venjarin tekur við eftir Mark Lausen-Marcher, sum hevur tikið um róðrið hjá gentulandsliðnum, føddar í 2010-2011.

 

Scott tekur við saman við Kristinn Guðmundsson, verandi U20-venjara. Scott er í løtuni venjari hjá mansliðnum hjá Neistanum, og hevur hann eisini vant onnur ungdómslandslið og verið A-landsliðsvenjari hjá føroyskum kvinnunum eitt skifti.


Føroysku U20-menninir skulu luttaka í EM-endaspælinum, sum verður í Rumenia 8. – 19. juli.