Sambært Reuters og AP mettu tveir av trimum dómarum í málinum, at bannið var grundað á eitt ynski um at raka ein politiskt óvinsælan bólk.
Avgerðin merkir, at transpersónar, sum longu tæna í amerikanska herinum, ikki kunnu sigast úr starvi, meðan rættarmálið heldur fram. Pentagon kann tó framvegis nokta nýggjum transpersónum upptøku í herinum.
– Tað tykist nógv meira álvarsligt at enda eina herleið enn at útseta byrjanina av einari, skrivar dómarin Robert Wilkins sambært Reuters.
Málið hevur sín uppruna í einum forsetaboðum, sum Donald Trump undirskrivaði stutt eftir, at hann tók við sum forseti í januar 2025. Har varð staðfest, at persónar, ið hava eina kynssamleika, sum ikki samsvarar við lívfrøðiliga kynið, ikki samsvara við krøvini til hernaðartænastu.
Longu í mars 2025 staðfesti ein lægri dómstólur, at bannið sannlíkt var brot á amerikonsku grundlógina, sum bannar kynsdiskriminatión.
Amerikanski herurin hevur umleið 1,3 milliónir virknar hermenn. Sambært felagsskapum, sum arbeiða fyri rættindunum hjá transpersónum, tæna upp móti 15.000 transpersónar í herinum, hóast myndugleikarnir meta talið at vera lægri.











