Leiðarin fyri hernaðarumsitingini í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, Tymur Tkatsjenko, sigur, at fíggindin leypir á við ballistiskum rakettum. Myndin úr Kyiv er ikki frá álopunum á býin í nátt

Kyiv undir hørðum álopum í nátt

Eygnavitnir siga, at høvuðsstaðurin er undir hørðum russiskum álopum, og loftverjan roynir at verja býin móti fíggindanum

Leiðarin fyri hernaðarumsitingini í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, Tymur Tkatsjenko, sigur, at fíggindin leypir á við ballistiskum rakettum. Myndin úr Kyiv er ikki frá álopunum á býin í nátt

Myndugleikarnir í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv vita í nátt at siga, at býurin er undir hørðum russiskum álopum.

 

Fólk í býnum eru biðin um at søkja sær skjól, og loftávaringin er í gongd.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur sambært AFP-tíðindastovuni, at eldur er í einum íbúðarbygningi, sum er í níggju hæddum.

 

- Spreingingar eru í býnum, og loftverjan er í gongd. Søkið skjól, er áheitanin hjá borgarstjóranum til fólkið í býnum.

Eygnavitnir siga, at høvuðsstaðurin í nátt er undir hørðum russiskum álopum, og loftverjan roynir at verja býin.

 

Leiðarin fyri hernaðarumsitingini í býnum, Tymur Tkatsjenko, sigur, at fíggindin leypir á við ballistiskum rakettum.

 

Tíðindafólk hjá AFP siga frá fleiri spreingingum, og stór roykskýggj eru at síggja yvir høvuðsstaðnum.

 

Mánadagin ávaraði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, um umfatandi russisk álop, sum vóru væntandi.

 

 

 

Leiðarin fyri hernaðarumsitingini í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, Tymur Tkatsjenko, sigur, at fíggindin leypir á við ballistiskum rakettum. Myndin úr Kyiv er ikki frá álopunum á býin í nátt