Undan HM: Noreg vann greiðan sigur á Svøríki

Turkaland vann stórsigur og Eysturríki vann tepran sigur

Mynd: Ritzau Scanpix

Tríggir landsdystir við HM-aktuelum landsliðum eru leiktir í Evropa í kvøld.

 

Á Ullevaal leikvøllinum vístu norðmenn svenska landsliðnum hvør hevur tað sterkasta fótbóltslandsliðið í Norðurlondum.

 

Noreg vann greiðan 3-1 sigur á Svøríki. Støðan var 3-0 áðrenn Svøríki minkaði um munin. Noreg skoraði øll trý málini undan steðginum.

 

Noreg-Svøríki 3-1 (3-0)

1-0 Jørrgen Strand Larsen ('8 )

2-0 Antonio Nusa ('18 )

3-0 Jørgen Strand Larsen ('37 )

3-1 Alexander Isak ('76 )

 

Á Ernst Happel leikvøllinum í Wien vann Eysturríki 1-0 á Tunesia.

 

Eysturríki-Tunesia 1-0 (0-0)

 

1-0 Marcel Sabitzer (63.)

 

Á Chobani leikvøllinum í Istanbul vann Turkaland stórsigur 4-0 á Norðurmakedonia. Longu fyrsta korterið skoraðu turkar tvey mál.

 

Turkaland-Norðurmakedonia 4-0 (2-0)

 

1-0 Orkun Kökcü (2.)

 

2-0 Can Uzun (16.)

 

3-0 Deniz Gül (53.)

 

4-0 Baris Alper Yilmaz (70.)

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix