Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðfrú og hevur boðað kongi frá, at hon skipar stjórn við Javnaðarflokkinum, SF, Moderatunum og Radikala Vinstra.
Tað kunngjørdi hon í kvøld eftir fund við Fríðrik kong umborð á kongsskipinum Dannebrog í Odense.
– Eg havi boðað frá, at tað ber til at skipa eina stjórn eftir langar samráðingar, segði Mette Frederiksen við fjølmiðlarnar.
Nýggja stjórnargrundarlagið verður lagt fram týsdagin, meðan nýggju ráðharrarnir verða kunngjørdir mikudagin.
Sambært Mette Frederiksen er talan um eitt stjórnargrundarlag, sum skal gagna bæði teimum, sum búgva í Danmark í dag, og komandi ættarliðum.
– Tað hevur verið nógv, sum hevur verið trupult, men hetta skuldi eydnast. Vit búgva í einum av heimsins bestu londum og hava eitt av heimsins bestu fólkaræðunum. Um vit sum politikarar ikki megna at loysa hesa uppgávuna, veit eg ikki, hvat danir kunnu vænta av okkum, segði hon.
Samráðingarnar hava verið søguliga drúgvar. Tað eru nú nærum tíggju vikur síðani fólkatingsvalið 24. mars, og ongantíð áður hevur tað tikið so langa tíð at skipa eina nýggja danska stjórn.
Sambært kongshúsinum hevur stjórnin tryggjað sær meiriluta í Fólkatinginum. Tó er enn ikki upplýst alment, hvørjir flokkar fara at mynda parlamentariska grundarlagið undir stjórnini.
Teir fýra stjórnarflokkarnir hava tilsamans 82 tingfólk. Tí er neyðugt við stuðli frá øðrum flokkum fyri at tryggja meiriluta. Einhedslisten, sum hevur 11 tingfólk, hevur verið við í samráðingunum fram til seinasta dag og verður mett at vera ein týðandi partur av grundarlagnum undir stjórnini.
Eisini Alternativet hevur luttikið í samráðingunum, men umboð fyri flokkin vóru ikki á Marienborg í dag.
Mette Frederiksen hevur verið forsætisráðfrú síðani 2019 og fer nú undir sítt triðja valskeið við stjórnarleiðsluni.











