Bara 4 av 16 venjarum vóru úr heimlandinum

12 av teimum 16 londunum, sum luttóku í Africa Cup of Nations høvdu ein venjara úr einum øðrum heimsparti

Fótbóltur

 

Yvirlitið talar fyri seg:Fimm fraklendingar, fýra týskarar, ein hollendingur, ein póllendingur og ein brasiliumaður. Bert Sudan, Angola, Egyptaland og Zambia høvdu venjarar úr sínum egna landi. Hinir 12 luttakarnir høvdu útlendskar venjarar. Í so máta var sigurin hjá Egyptalandi óivað søtur hjá mongum afrikanum. Hátturin summir av teimum hvítu venjarunum føra seg fram uppá, verður ikki mettur at vera tann besti. Sunnanfyri Sahara eru tað bara Angola og Zambia, sum ikki hava ein venjara frá einum øðrum heimsparti.

 

Vant 8 afrikonsk lond

Ein hin kendasti venjarin í Afrika er týskarin, Otto Pfister. Pfister hevur umframt Kamerun, sum hann venur nú, vant Rwanda, Burkina Faso, Zaire (nú Demokratiska lýðveldið Kongo), Senegal, Fílabeinsstrondina, Ghana og Togo. Nógvir av landsliðsvenjarunum brúka leistin hjá Allan Simonsen og Henrik Larsen. Teir eru mest heima við hús í Evropa, og fáa lisið oman yvir seg, at teir ikki hyggja nevnivert eftir dystum í teimum afrikonsku landskappingunum. Tá Pfister bleiv settur sum venjari hjá Kamerun savnaði hann 30 leikarar til eina venjingarlegu, og út frá henni valdi hann hópin út, sum hann stórt sæð hevur hildið fæst við. Tað loysir seg ikki at gera ein góðan figur í kamerunski liguni. Tí Pfister er ongantíð til ein ligu-dyst í Kamerun. Pfister hevur hildið fast við Rigobert Song, sum øll fjølmiðlafólk í Kamerun hava ynskt av landsliðnum. Sami Song gjørdi brølarin, sum førdi til sigursmálið hjá Egyptalandi í finaluni. Pfister vandi Ghana millum 1989 og 1995. Hann lovaði at føra landið til HM, men tað miseydnaðist - væl og virðiliga.

 

Eisini Le Roy

Venjarin hjá vertslandinum Ghana, franski Claude Le Roy, hevur eisini fingið toyggið, hóast Ghana vann bronsu. Ghanesiskir fjølmiðlar hava eisini funnist nógv at Le Roy, men eins og Otto Pfister tekur Le Roy sær ikki av atfinningunum. Mótargumentið hjá fleiri av fótbóltssambondunum í afrikonsku londunum er, at tað er best at hava ein evropiskan venjara, sum ikki skramblar saman av atfinningunum í fjølmiðlunum. Ein heimligur venjari hevði lurtað ov nógv eftir fjølmiðlunum. Eisini bera nógvir afrikanskir fótbóltsleiðarar ótta fyri, at ein heimligur landsliðsvenjari hevði valt nógvar leikarar út frá sínum yndisfelagi í teirri heimligu liguni.

 

Droppaður

Í 2005 hendi eitt fótbóltsundur í lítla afrikanska landinum, Togo. Landið spældi seg til HM-endaumfarið í Týsklandi. Venjari var tann nigerianski Stephen Keshi. Men í februar 2006 kom fjáltur á togolesiska fótbóltssambandið. Teir tordu ikki at lata ein afrikana hava høvuðsábyrgdina av liðnum til HM-endaspælið. Togo skifti Stephen Keshi út við Otto Pfister, men tað gjørdi einki gagn. Togo fekk ikki eitt einasta stig í HM-endaspælinum, sum var hildið í heimlandinum hjá Otto Pfister. Men tað forðaði kortini ikki fótbóltssambandinum hjá Kamerun at seta sama mann í starv sum landsliðsvenjara hjá Kamerun. 70 ára gamli Pfister nær óivið at venja nøkur afrikonsk lond aftrat.