Tølini siga, at føroyska kvinnuhondbóltslandsliðið ikki eigur so nógvar royndir, sum fleiri av mótstøðuliðunum í HM endaspælinum í Týsklandi og Niðurlondum eiga.
Tá ið føroysku kvinnurnar klokkan 19.30 í kvøld fara á vøllin ímóti Montenegro verður føroysk ítróttarsøga skrivað, tí hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at føroyska kvinnulandsliðið er við í HM endaspæli. Fyri einum ári síðani vóru tær við í EM endaspæli í Sveis, tá ið Føroyar taptu ímóti Danmark og Sveis, og tá ið tað 1. desember eydnaðist at røkka javnleiki 17-17 ímóti Kroatia.
Meðan Føroyar ikki hava verið við í HM endaspæli áður, og Føroyar bara hava verið í einum EM endaspæli, so hevur Montenegro verið fastur fúsur í endaspølum. Besta úrslitið hjá Montenegro var í 2012, tá ið Montenegro vann gull í EM endaspælinum. Í 2022 endaði Montenegro á triðja plássi í EM endaspæli, og í HM endaspæli er besta úrslitið fimta plássið í 2019.
Tá ið Føroyar og Montenegro 18. oktober hittust í EM undankappingardysti, fóru gestirnir úr Føroyum við 32-26 sigri eftir hálvleiksstøðuna 14-14.
Royndasti føroyski spælarin er liðformaður og strikuspælarin Pernille Brandenborg, sum hevut spælt 51 landsdystir. Hon umboðar norska Storhamar.
Besti málskjútti á føroyska liðnum er Jana Mittún, sum hevur spælt 30 landsdystir, og sum hevur skorað 139 mál. Jana Mittún hevur fyri stuttum skrivað undir nýggjan sáttmála við Viborg í fremstu donsku deildini.











