Minningarorð um Paula Nielsen

Sunnudagin 23. november andaðist Pauli Nielsen, fyrrverandi rektari á Læraraskúla Føroya, 82 ára gamal

Pauli var føddur í Sandavági undir krígnum í 1943. Hann tók preliminerprógv í Vestmanna í 1959 og læraraprógv í Havn í 1966. Seinni fór hann á Danmarks Lærerhøjskole og fekk prógv sum cand.pæd. í 1975. Eisini las hann føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og tók útbúgving sum skúlabókavørður.

 

Frá 1959 var Pauli vikarur í Bø og Gásadali í trý ár. Síðani fekk hann lærarastarv í Havn og arbeiddi sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla, á Venjingarskúlanum, Læraraskúlanum, á Fróðskaparsetrinum og á Sjúkrasystraskúlanum.

 

Í 1989 varð Pauli settur í starv sum rektari á Føroya Læraraskúla, sum síðani 1968 hevði verið staðsettur á Frælsinum í Havn. Hetta starv røkti hann í samfull 17 ár.

 

Eisini hevði Pauli sæti í ymsum nevndum fólkaskúlanum viðvíkjandi, eitt nú lesiætlanarnevnd og ráðleggingarnevnd fólkaskúlans.

 

 

 

Í hundrað ára minnisriti Føroya Lærarafelags (útg. 1998) gav Pauli til kennar sína hugsan um læraraútbúgvingina.

 

Sjálvt um fleiri og fleiri lærugreinir verða, sum læraralesandi ikki fáa beinleiðis samband við á Læraraskúlanum, so er eindarhugsanin ikki slept. Hugsanin er enn sum áður, at allir lærarar í høvuðsheitum skulu kunna taka á seg undirvísing í øllum lærugreinum í fólkaskúlanum, og at linjurnar geva dyggari fakligan førleika til eisini at undirvísa í framhaldsdeildini. Men fyrst av øllum eru linjugreinirnar tey góðu fakligu dømini, sum skulu geva teimum læraralesandi besta høvi at menna seg til góðar lærarar.”

 

 

 

Pauli var somuleiðis slóðari og høvuðsarkitektur, tá ið námsfrøðingaútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum í 1984.

 

Útbúgvingin varð staðsett á Frælsinum saman við læraraútbúgvingini. Og fleiri av lærarunum undirvístu á báðum útbúgvingunum. Pauli arbeiddi eins eldhugaður fyri námsfrøðingaútbúgvingini sum fyri læraraútbúgvingini, og hann gjørdi alt fyri, at tey lesandi fingu gott í beinið.

 

 

 

Á nýggjárinum 1998 varð umsitingin innan skúlaverkið umskipað og løgd í nýggja Undirvísingar- og mentamálaráðið. Fyri Paula sum rektara var størsta broytingin tann, at yvirskipaða stýringin av Læraraskúlanum varð loyst frá fólkaskúladeildini og løgd í somu deild sum Fróðskaparsetrið og søvnini og kirkjan.

 

 

 

Stutt áðrenn, at Pauli fór frá sum rektari, var hann við til at skriva sokallaða PLÚ-álitið,  sum landsstýrismaðurin í mentamálum fekk handað í august 2006. Í álitinum varð mælt til, at lærara- og námsfrøðingaútbúgvingin skuldu gerast granskingargrundaðar bachelor- og seinni masterútbúgvingar.

 

 

 

Pauli fór frá við eftirløn sum rektari á Læraraskúlanum í 2006, bara tvey ár áðrenn Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin vórðu lagdir saman við Fróðskaparsetri Føroya.

 

 

 

 

 

Pauli var ikki tann, sum ræddist broytingar. Hetta bar hann eisini fram í røðu fyri nýútbúnu lærarunum í 2003, tá hann segði, at "summi eru ímóti broytingum í skúlanum, tí tey ræðast tað nýggja og ókenda. Hesin ótti tykist at vera okkum menniskjum í kjøtið borið, og flest øll um okkara leiðir skilja og kenna hann. Tíbetur eru nøkur, sum tora at bjóða hesum óttanum av".

 

 

 

Í somu røðu kom sterka hugsjón hansara sum humanistur fram við hesum leiðarorðum um børnini í skúlanum:

 

Tað hjálpir einki at argast inn á børnini og ungdómin, tí tey ikki vilja tað, sum vit vilja. Og tað bøtir einki um, at vit nýta allar snildir, at fáa tey at vera, sum vit vilja hava tey at vera. Tað er at manipulera, og manipulatión er í síðsta enda at nýta sína makt. Og makt eiga vit ikki at nýta sum pedagogiskt amboð móti verjuleysum børnum, sama hvussu meinsk tey kunnu tykjast okkum at vera. Tá er tað at misnýta maktina og tað álit, sum børnini nátúrliga hava á einum lærara. Kanska verður tað einasta, børnini tá læra, at nýta makt, og í ringasta føri, at misnýta maktina.

 

Pauli gav eitt stórt íkast til mentanina í Føroyum, og í 1986 fekk hann barnabókmentavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri sínar barnabókatýðingar. Hann týddi hópin av føgrum bókmentum og yrkisbókmentum til føroyskt, bæði til børn og til vaksin. Í flestu týðingunum eru barnakor og uppvøkstur ein aðaltáttur, og rithøvundarnir eru úr ymiskum heimspørtum. 

 

 

 

Stutt eftir, at hann fór frá sum rektari, týddi hann fyrst bókina “Vygotsky í verki”, sum svenski sálarfrøðingurin, Leif Strandberg, gav út í 2009. Og tínæst bókina “Lurtandi Pedagogikk”, sum svenski barnsgarðsgranskarin, Ann Åberg, gav út í 2006. Bæði innihaldsliga og málsliga eru bøkurnar sera væl úr hondum greiddar, og tær eru framvegis viðkomandi fyri øll tey, ið fáast við uppaling, undirvísing og læring.

 

 

 

Í auluni á Frælsinum handan summardagin í 2003 endaði Pauli røðu sína fyri nýggju lærarunum soleiðis:

 

Eg havi her roynt at geva tykkum eitt hugsjónarligt lot í seglini, nú tit fara av Læraraskúlanum.”

 

Nú hevur seglið hjá Paula lagt seg. Men sterku og humanistisku hugsjónir hansara um lærarayrkið og skúlan liva enn og geva íblástur innan skúlans gátt.

 

Pauli var giftur við Hildur Patursson og var pápi Vilhjálm, Elsu, Mariannu, Ólav, Tjóðhild og Bergtóru. 

 

Ærað veri minni um Paula Nielsen.

 

Vit á Fróðskaparsetri Føroya