Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni

Bergur Djurhuus Hansen, lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, viðger í nýggjari grein í Fróðskaparriti yrkingasavnið Korallbruni eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur

 

Ástøðiliga grundarlagið undir viðgerðini av yrkingasavninum Korallbruni frá 2018 eru hugsanir knýttar at evnisligu snaringini, new materialism, í bókmentagransking.

 

Fróðskaparsetri skrivar, at yrkingarnar í savninum lýsa, hvussu ein kroppur loysist sundur í havinum, og hvussu markið millum menniskjað og aðrar livandi verur kámast. Gøgn í kroppinum broytast, detta sundur, ganga inn í nýggjar samanhangir, verða til orku og hvørva ikki.

 

Orð, sum benda á mørk millum ymsar lívslindir og verur, eitt nú “fjøra”, “vatnskorpa” og “húð”, ganga aftur í savninum.

 

Hugtakið “assemblage” (Bennett, 2010) og hugsanir hjá Bruno Latour (1993) og Timothy Morton (2010) verða brúkt í vistgreinandi kanning av yrkingunum, ið kunnu lesast sum ein samanhangandi frásøgn.

 

Tann evnisliga snaringin hóskar ástøðiliga væl til yrkingarnar, tí tær lýsa sansaliga, hvussu eitt menniskja, eitt “eg”, gongur inn í stórar umhvørvisligar samanhangir og ikki er til sum ein avmarkað eind. Bókmentasøguliga kunnu lýsingarnar í yrkingunum lesast sum ein broyting í fatanini av menniskjans støðu í náttúruni millum aðrar verur.

 

Lesið alla greinina her.

 

Greinin hevur heitið, Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni, 2018, eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining,cocriticism, og evnisligari snaring, new materialism.