Hon legði fyri við klárum málum um at betra síni bestu kappingar úrslit - 65kg í trekk, 82kg stoyt og 146kg í tveykampinum - og alt í alt kom hon væl á mál.
Trekk
Hon byrjaði trekk røðina við sínum tyngsta opnara nakrantíð – 60kg – sum kom trygt upp um høvd. Í aðru roynd hevði hon 63kg, sum eisini gekk væl. Í triðju roynd bardist hon við 66kg, sum bert var 1kg undir hennara persónliga meti, men hetta lyftið gekk tíverri ikki. Besta trekkið gjørdist 63kg, sum rakk til eitt flott 7. pláss í trekk kappingini.
Stoyt
Í stoytunum byrjaði Barba eisini sterkt: Hon opnaði við 80kg, hennara tyngsti opnari nakrantíð, og hetta lyftið sat øgiliga væl. Hon royndi síðani 83kg á aðru roynd, hóast at stongin kom uppá herðarnar, eydnaðist tað henni ikki at fáa stongina upp um høvd. Í triðju royndini lat hon einki liggja eftir og megnaði at lyfta tey 83kg, sum er javnt við hennara persónliga met og 1kg meira enn hon áður hevur lyft til kapping.
##med2##
Tveykampurin
Við 63kg í trekk og 83kg í stoyt bleiv tveykampurin hjá Barbu til 146kg samanlagt – tað sama sum hennara besti tveykampur var til kapping framman undan. 83kg í stoyt rakk til eitt flott 7. pláss í stoyt kappingini og eitt 146kg rakk til eitt øgiliga flott 7. pláss í tveykampinum í hennara aldurs- og vektbólki.
Nøgd við úrsliti
Barba er sera nøgd við úrslitið. Tað at hon fekk sínar tyngstu opnarar nakrantíð og javnaði persónliga metið í stoyt gevur góðar vónir um komandi kappingar.