- Fyri at gera tað lættari hjá borgarum at gera vart við møguligar ampar frá Varðanum Pelagic, hava vit í eina tíð havt eitt talgilt oyðublað á heimasíðuni.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður sagt, at oyðublaðið gevur borgarum møguleika at lýsa ampar, sum tey uppliva - eitt nú larm, lukt ella annað - beinleiðis til felagið.
- Fráboðanir hjálpa okkum at fáa eitt betri yvirlit og tryggja, at vit kunnu avgreiða møguligar fráboðanir á ein skipaðan hátt.
Hjá Varðanum Pelagic vísa tey á, at allar fráboðanir verða viðgjørdar í trúnaði.
- Fráboðaninar verða bert brúktar í sambandi við arbeiði at fyribyrgja og viðgera møguligar ampar, verður lagt aftrat.
Oyðublaðið, sum Varðin Pelagic sipar til, kann heintast og útfyllast um heimasíðuna - www.vardin.fo