Bárður: Føroysk vitan skal raðfestast í menningarsamstarvi

– Serliga ætli eg at leggja dent á, at føroysk vitan og føroysk luttøka meira miðvíst verða raðfest í altjóða menningarsamstarvi

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen, formanni í Miðflokkinum.

 

Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:

 

– Vil landsstýrismaðurin virka fyri at brúka føroyskar hjálparfelagsskapir og felagsskapir, sum føroyingar virka í, til at veita neyðhjálp og menningarsamstarv kring heimin?

 

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at landsstýrið letur stuðul til altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp sambært løgtingslóg nr. 44 frá 2007 um altjóða menningarsamstarv og kunngerð nr. 72 frá 2008 um altjóða menningarsamstarv.

 

– Ásett er, at lógin millum annað skal leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum, og at føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki, tá ið til ber, eiga at verða gagnnýtt og ment í samband við verkætlanir, ið fáa stuðul.

 

– Vanlig mannagongd er, at stuðulsumsóknir frá føroyskum felagsskapum við altjóða virksemi og felagsskapum við føroyskum starvsfólki ella sjálvbodnum, ið virka á staðnum, har humanitera virksemið verður útint, verða raðfestar, tá ið treytirnar annars fyri at fáa stuðul sambært leiðreglunum eru loknar, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

– Ætlanin er at halda fram við stuðli til altjóða humanitert arbeiði eftir sama leisti.

 

– Serliga ætli eg at leggja dent á, at føroysk vitan og føroysk luttøka meira miðvíst verða raðfest í altjóða menningarsamstarvi, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.