Ritgerðin ber heitið: “Making intelligent teams: A generative framework of collective intelligence”. Hon er sett saman av trimum greinum og einum samandrátti, kappa.
Dagurin byrjaði við undanfyrilestri fyrrapartin við heitinum: Collective Intelligence as a Lens for Understanding Team Problem Solving in Complex Environments.
Granskingarráðið skrivar, at verjan sjálv var seinnapartin, fitt av fólki lýddu á. Morten legði út við einum samandrátti av sínum arbeiði og síðan vóru spurningar frá og samrøða við metingarnevndina.
Eins og við individuellum intelligensi, so er toymisintelligensur at kunna loysa nógvar ymiskar, nýggjar uppgávur. Nakrir av spurningunum snúðu seg um, hvat skapar ella viðlíkaheldur toymisintelligens. Tvær av greinunum vóru empiriskar við data, meðan ritgerðin og tað yvirskipaða kjakið til verjuna snúði seg um, hvat vit meina við "toymisintelligens", hvat skapar hann, hvar hann er mest týdningarmikil, hvat hann ikki er, og harnæst hvussu vit í so fall kenna aftur, máta og menna intelligensin, tá vit møta honum.
Morten hevur verið innskrivaður við Institutt for ledelse og organisasjon á BI. Hann er í løtuni undirvísari har.
Kim van Oorschot, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Thorvald Hærem, professari hevur verið hjávegleiðari. Teir arbeiða báðir á BI Norwegian Business School.
Metingarnevndin
Anita Williams Wolley, professari á Carnegie Mellon University
Hans Berends, preofessari á Vrije Universiteit Amsterdam
Erik Løhre, professari á BI Norwegian Business School, var formaður fyri nevndini og leiddi verjuna.
Mynd: Morten Juel Hansen í Svínoy. Privat mynd










