Barnamøti í rúmdini

Boðskapurin um Jesus varð í farnu viku boðaður í rúmdarumhvørvi í Betesda. Fleiri hundrað børn vóru hvørt kvøld á møti

 

Klaksvík: Børnini áttu farnu viku í Betesda í Klaksvík. Frá mikudegnum til leygardag vóru barnamøti, har nógv varð gjørt burtur úr kulissum, søgum, kappingum og sangi.

Fyrstu barnamøtini av hesum slagi vóru í Betesda í fjør, men tað er ikki nýtt at hava barnamøti innan brøðrasamkomuna.

Í 60?unum ferðaðust til dømis Zacharis Zachariasen og Brynleif Hansen kring landið at halda møti,og nógv onnur hava eisini hildið møti fyri børnini. Á Zarepta hevur eisini verið gjørt umfatandi barnaarbeiði í nógv ár.

Í fjør fór alt fram í einum havumhvørvi, sum var gjørt serliga til møtini. Í ár varð farið út í rúmdina, og í kjallaranum í Betesda, har møtini fóru fram, vóru planetir, stjørnur, rúmdarmaður og eingil at síggja.

Tað varð gjørt nógv burtur úr, og børnini trivust væl í hugnaliga umhvørvinum.

? Endamálið við møtunum er fyrst og fremst at boða Jesus, men vit vilja eisini geva børnunum nakað serligt í nakrar dagar, sigur Beinta Vang, sum var ein av teimum 10 fólkunum, sum høvdu møtini.


Eisini á ferð

Møtini byrjaðu mikukvøldið, og síðani varð hildið á til leygarkvøldið. Á møtinunum var nógvur sangur, børnini sluppu at kappast á ymsan hátt, tey hoyrdu søgu, og tey fingu eisini onkran leik.

? Tað skal meira til at imponera børn nú á døgunum, tá tað ræður um teknikk, men tey vilja fegin hoyra søgur, kappast og hava beinleiðis samband við vaksin, heldur Beinta Vang.

Barnamøtini endaðu leygarkvøldið, men sunnudagin var familjumøti, og tá møtti hópin av fólki.

Í fjør vóru tey, sum stóðu fyri barnamøtunum í Betesda, á ferð við kulissunum og øllum innihaldinum í møtinum, og tað er eisini ætlanin hesaferð. Seinasta vetur vóru tey á Viðareiði og í Lorvík, og í heyst vóru tey í Sørvági.

Enn er ikki greitt, hvagar tey fara fyri rúmdarmøtunum, men tey ætla sær á onkra ferð við teimum.