Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur í samrøðu við NBC News, at hann ikki hevur hug at bøta um sambandið við tøknimiljarderin Elon Musk.
- Nei, svarar Trump, tá hann verður spurdur, um hann vil sættast við heimsins ríkasta mann.
Tá Trump verður spurdur, um Trump heldur, at sambandið við Musk er av, svarar hann:
- Tað vildi eg hildið, ja.
Trump sigur eisini, at tað kann fáa "sera álvarsamar avleiðingar", um Elon Musk fer at fíggja demokratisk valevni, sum stilla upp ímóti republikanarum, sum atkvøða fyri umfatandi lógarpakkanum hjá Trump.
- Tað fær sera álvarsligar avleiðingar, um hann ger tað, sigur Trump við NBC News.
Forsetin greiðir tó ikki nærri frá, hvørjar hesar avleiðingar høvdu verið.
Uppskotið, sum eitur "One Big Beautiful Bill Act", varð atkvøtt ígjøgnum í Umboðsmannatinginum seinast í mai. Tað fer nú til hitt kamarið í kongressini, senatið.
Elon Musk er millum annað stjóri í elbilafyritøkuni Tesla og rúmdarfyritøkuni SpaceX. Hann eigur eisini X-pallin.
Trump og Musk havt sera tætt sambond, síðani Musk fór við í valstríðnum hjá Trump í juli í fjør og fór at koyra pengar í valstríðið.
Men seinastu dagarnar hava teir báðir verið sera ósamdir.
Ósemjan byrjaði, tá Trump á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum segði, at hann var "sera vónbrotin" av atfinningunum hjá Elon Musk av stóra lógarpakkanum hjá Trump.
Síðani funnust teir at hvør øðrum fleiri ferðir á sosialu miðlapallinum X og Truth Social.
Trump segði millum annað, at hann fór at steðga stjórnarsáttmálunum við fyritøkur, sum Elon Musk eigur.
Elon Musk ákærdi síðani Trump í einum uppslagi á X fyri at vera skrasettur í skjølum í sonevnda Epstein-málinum - tó uttan at koma við nøkrum prógvum.
Jeffrey Epstein varð handtikin í 2019 og varðhaldsfongslaður í einum umfatandi máli um misnýtslu av ungdómi.
Musk strikaði eftir øllum at døma uppslagið í dag.
Trump heldur ikki, at har er nakað at koma eftir.
- Tað eitur "gomul tíðindi". Tað hevur verið kent í áravís. Sjálvt advokaturin hjá Epstein segði, at eg einki hevði við tað at gera. Tað eru gomul tíðindi, sigur Trump.
/Ritzau/