Russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjar í Kina 19. og 20. mai - týsdagin og mikudagin.
Tað boðar Kreml frá í morgun, sambært tíðindastovuni Reuters.
Putin gongur sostatt í fótasporunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum í vikuni vitjaði í Kina.
Sambært russisku forsetaskrivstovuni skal Putin hitta kinesiska forsetan Xi Jinping og umrøða viðurskiftini millum londini.
Teir fara eisini at tosa um russisk og kinesisk sjónarmið um altjóða og økismál, veit Kreml at siga frá.
Xi og Putin hava hitst yvir 40 ferðir gjøgnum árini, skrivar Reuters.
Í februar 2022 skrivaðu londini undir eina strategiska samstarvsavtalu "uttan landamørk". Hetta var einar tríggjar vikur áðrenn russisku innrásina í Ukraina.
Sambært Kreml verður ein "felagsyvirlýsing á hægsta stigi" og fleiri onnur tvílandaskjøl undirskrivað komandi vikuna.
Kina er heimsins størsti keypari av fossilum brennievnum úr Russlandi og er tann mest avgerandi búskaparligi samstarvsfelagin hjá russisku stjórnini.
Kina hevur ofta mælt til samráðingar í Ukraina. Men Kina hevur ongantíð fordømt russisku innrásina í grannalandið. Kinesiska stjórnin hevur víst aftur, at hon veitir Russlandi vápn, sum Ukraina hevur ákært Kina fyri at gera.
Vitjanin hjá Trump í Kina hevði við sær positivar útsagnir frá bæði USA og Kina um viðurskiftini millum londini.
Undir vitjanini lýsti Trump Xi forseta sum ein "stóran leiðara" og "vin".
Xi Jinping kallaði vitjanina fyri "ein varða á leiðini" og segði, at tey bæði stórveldini higartil hava knýtt "eitt nýtt tvílandasamband, eitt við konstruktivum strategiskum stabiliteti".
Málið um Taiwan hevur ofta verið eitt sárt punkt millum USA og Kina.
– Xi forseti (Jinping, red.) og eg tosaðu nógv um Taiwan, segði Trump eftir fundin.
– Hann vil ikki síggja stríð fyri sjálvstýri. Eg viðmerkti tað ikki, eg lurtaði eftir honum, segði Trump.
Taivan er ein oyggj, sum liggur umleið 180 kilometrar í ein útsynning úr Kina. Tað metir seg vera sjálvstøðugt ríki. Oyggin hevur egið gjaldoyra og sína egnu politisku og rættarskipan.
Kina metir Taiwan vera sítt øki og hevur ikki útilokað at brúka hernaðarmegi til at taka valdið á oynni.
/Ritzau/










