Ein 38 ára gamal maður í Avstralia varð í morgun álopin av einum fimm metrar longum hvíthávi.
Hendingin fór fram við Rottnest Island við vesturstrondini av Avstralia.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga at siga frá avstralsku myndugleikunum í morgun.
Eftir álopið varð maðurin flogin á sjúkrahús, men hann doyði av løstunum.
Tað upplýsir sjúkraflutningstænastan í Perth.
Stutt fyri hávaálopið sóu fólk ein stóran hvítháv einar 80 metrar út fyri strondini, veit Surf Life Saving WA at siga.
Sagt verður, at hetta er fyrsta deyðiliga hávaálopið í vestara parti Avstralia síðan mars í fjør.










