Tað eru 13 ár síðani, at Danmark seinast vann Eurovision. Nú kann Søren Torpegaard Lund syngja fjórða sigurin heim.
Danmark hevur tríggjar ferðir vunnið altjóða Eurovision.
Fyrstu ferð var afturi í 1963, tá Grethe og Jørgen Ingmann sungu "Dansevise".
Aðru ferð Danmark vann var í 2000, tá Brødrene Olsen vunnu við sanginum "Fly on the Wings of Love".
Triðju - og seinastu - ferð var í 2013, tá Emmelie de Forest sang sín veg til sigurs við lagnum "Only Teardrops".
Í dag vóna danir, at danska Eurovisión-vónin, Søren Torpegaard Lund, fyri fjórðu ferð í søguni syngja sigur fyri Danmark við "Før vi går hjem", tá ársins finalan verður á stóru finaluni í Wiener Stadthalle í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.
27 ára gamli tónleikaleikarin liggur væl fyri hjá veddingarfyritøkunum, sum tó hava Finnland á odda, viðAvstralia og Grikkalandi beint í hølunum.
Tað sá frægari út hjá Danmark fyri nøkrum døgum síðani. Tað verður heldur mett sum ein fyrimunur, at Danmark skal framføra fyrst í finaluni í kvøld.
Her eru vinnararnir seinastu tíggju árini av Eurovision:
2025: Eysturríki - JJ: "Wasted Love"
2024: Sveis - Nemo: " The Code ".
2023: Svøríki - Loreen: " Tattoo ".
2022: Ukraina - Kalush Orchestra: "Stefania".
2021: Italia - Moonlight: "Zitti E Buoni".
2020: Eurovision varð avlýst orsakað av koronufarsóttini.
2019: Niðurlond - Duncan Laurence: "Arcade".
2018: Ísrael - Netta: " Toy ".
2017: Portugal - Salvador Sobral: "Amar Pelos Dois".
2016: Ukraina - Jamala: "1944".
Kelda: eurovision.tv.
/Ritzau/










