Beinir funnin vátur og kaldur

- Vit fingu eini boð klokkan 22.07 í kvøld um, at Beinir Pætursson Hansen var funnin í Havn, vátur og kaldur, sigur løgreglan.

Seint seinnapartin í dag sóknaðist løgreglan eftir 51 ára gamla, Beiniri Pætursson Hansen, sum ikki var sæddur síðan klokkan 21 í gjárkvøldið.

 

Beinir Pætursson Hansen býr á Norðasta Horni og seinast, hann var sæddur, fór hann til gongu heimanífrá. Tá løgreglan eftirlýsti mannin, høvdu tey leitað á Norðasta Horni og ymsa aðrastaðni.

 

Løgreglan sigur við In.fo í kvøld, at Beinir nú er afturíaftur komin. Vit fingu eini boð klokkan 22.07 í kvøld um, at hann var funnin í Havn, vátur og kaldur.

 

- Men, hann hevur tað eftir umstøðunum gott og er annars væl fyri, sigur løgreglan við In.fo. Lagt verður aftrat, at fólk ringdu og vildu hjálpa, tá løgreglan seint seinnapartin í dag eftirlýsti mannin.