- Beint nú er støðan ræðulig

Sløkkiliðsleiðarin hjá Fuglafjarðar Sløkkilið upplýsti fyri løtu síðan, at ódnarveðrið Caroline hevur rakt bygdina hart. Fleiri skaðar eru fráboðaðir, og sløkkiliðið í bygdini hevur úr at gera at koma fólkum til hjálpa.


- Beint nú, so er støðan ræðulig. Vit hava fingið fleiri fráboðanir um skaðar, og hava eini tíggju skaðar, ið vit ikki eru komi til enn, sigur sløkkiliðsleiðarin í stuttari viðmerking til støðuna í Fuglafirði.


In.fo fylgir støðuni. Um tit hava myndir ella tips viðvíkjandi ódnarveðrinum, eru tit vælkomin at senda tað til post(at)sosialurin.fo ella senda eini boð til Facebook síðuna hjá in.fo.