info
Ongi úrslit

Belgia avmarkar sosial sambond ógvusliga í fýra vikur

Frá ólavsøkudegi at rokna mugu fólk í Belgia bert fáa vitjan av somu fimm fólkum næsta mánaðin, sigur forsætisráðfrúan.

Eirikur Lindenskov
28. juli 2020 kl. 00:06
Belgia avmarkar nú sosiala sambandið millum landsins borgarar ógvusliga. Tað verður gjørt eftir stóran vøkstur í talinum av smittaðum við koronuvirus. Tað segði Sophie Wilmes, forsætisráðfrú, á einum tíðindafundi í dag. Nýggju avmarkingarnar merkja, at frá mikudegnum at rokna má ein belgisk framilja ella prrsónar, sum búgva saman, bert hitta tey somu fimm fólkini í heimi sínum næstu fýra vikurnar. Tað er stór minking í mun til núverandi 15 persónarnar. Uttan fyri teir fýra veggirnar í heiminum er framvegis gjørligt at hittast við upp til tíggju vinum ella kenningum – børn undantikin – á eitt nú matstovum. – Vit taka hetta stigið fyri at halda støðuna undir kontrol og fyri at forða fyri einum totalum stongsli, sigur forsætisráðfrúan, Sophie Wilmes. Samstundis setir stjórnin talið niður í helvt av persónum, sum mugu luttaka í almennum tiltøkum innandura til 100 og uttandura til 200. Harumframt skulu brúkarar frá mikudegnum keypa inn einsamallir, eins og fólk sambært forsætisráðfrúuni skulu arbeiða heimaífrá so nógv sum gjørligt. Sophie Wilmes leggur afturat, at tey, sum eru smittað við koronuvirus, tykjast at vera meira smittusom nú, enn tá Belgia fór í lockdown miðskeiðis í mars. Miðal talið av smittaðum í Belgia er seianstu vikuna vaksið til 279 um dagin frá umleið 80 fyrst í juli. Serliga havnarbýurin Antwerpen er hart raktur. Teir mongu smittutilburðirnir hava fingið myndugleikarnar í landspartinum at seta í gildi útgonguforboð frá klokkan 23.30 til 06.00. Harumframt skulu so nógv fólk sum gjørligt arbeiða heimanífrá, meðan tað eru sett strangt eftirlit við matstovum og barrum. Í og kring sjálvan býin Antwerpen eru tiltøk og festivalar ikki loyvd. Harumframt skulu fintesstøðir eisini lata aftur. Síðani farsóttin byrjaði hevur Belgia skrásett 9.821 fólk deyð við koronuvirus. Í einum landi við sløkum 11,5 milliónum íbúgvum gevur tað eitt av heimsins hægstu deyðstølum fyri hvønn íbúgva. Soleiðis hava 85,4 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Belgia latið lív vegna koronuvirus. /ritzau/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

1 tími síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

0 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsavtala: Newton Føroyar verður sett á stovn

1 minuttur síðan
Tíðindi

Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum

21 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni

50 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál á Tvøroyri

1 tími síðan
Tíðindi

14. september er fagrasti dagur í Føroya søgu

1 tími síðan
Lesarabrøv

14 september – Løgmaður hevur ta breiðu semjuna at fremja

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti fyrsta dystin í endaspælinum

1 tími síðan
Tíðindi

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

1 tími síðan
Tíðindi

Ferðslan er órógv­að í Leir­víks­tunli­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Trý fólk fingu løstir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå misti javnleikin móti dystarenda

3 tímar síðan