Trý fólk fingu løstir í einum russiskum álopi á Kharkiv-regiónina í Ukraina í nátt.
Millum tey, sum vórðu løstað, var eitt barn.
Tað skivar guvernørurin í Kharkiv, Oleh Synjehubov, á boðtænastuni, Telegram, í morgun.
Guvernørurin leggur aftrat, at fleiri privatar fastognir og persónbilar vórðu rakt í russiska álopinum.