Ari í Haraldsstovu Petersen vardi aftur málið hjá ÍBV, sum sunnudagin spældi fyrsta dystin í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Stjarnan tók ímóti ÍBV í Garðabær, og eydnaðist tað heimaliðnum at vinna dystin 2-0. Benedikt Warén skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Tað fyrra í 28. og tað seinna í 32. minutti.
ÍBV er aftast við 18 stigum. Teir hava trý stig upp til Þór Akureyri, ið er á sera týðandi triðaftasta plássinum við 21 stigum.
ÍBV hevur fýra dystir eftir til at bjarga plássinum í deildini.
Komandi leygarkvøld klokkan 20.30 tekur ÍBV móti júst Þór Akureyri á Hásteinnsvøllinum í Heimey. Ari og liðfelagarnir eru noyddir til at vinna hendan dystin.