Ben Arabo, javnaðartingmaður og formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, tekur í stóran mun undir við vinnulívsmanninum Atla Gregersen, sum hevur mælt til at avtaka fleiri stuðulsskipanir á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Talan er millum annað um fiskavirkisskipanina hjá ALS og serliga skattafrádráttin hjá sjófólki. Ben Arabo væntar ikki, at sjómannafrádrátturin hevur nógv ár eftir, skrivar Kringvarpið.
Hann leggur tó dent á, at tað eigur at vera landsstýrið, sum tekur stig til at dagføra ella strika skipanirnar. Grundleggjandi heldur hann, at allar stuðulsskipanir eiga at verða endurskoðaðar við jøvnum millumbilum.










