Ben Arabo: - Vit sum bera ást til ost

- Vit innflyta eini 700 tons av ostavørum um árið, so her er nógv hjá MBM at fara eftir, heldur vinnunevndarformaðurin, sum í vikuni hevur vitjað nýggju ostaframleiðsluna í Skálavík

- Vit skulu hava minst møguligar handilsforðingar millum okkum og nærmastu grannalond

Vinnunevnd løgtingsins var í vikuni í Skálavík og vitjaði.

 

- Linjohn Christiansen, borgarstjóri, hevði boðið okkum suður at síggja, hvat hendir har suðuri. Vit vitjaðu á Mølini, hjá Bakkafrost og hjá MBM, har vit eitt sóu nýggju ostaframleiðsluna og hoyrdu Tony Weyhe greiða frá ætlanunum hjá MBM.

 

Soleðis greiðir Ben Arabo, løgtingsmaður og formaður í vinnunevnd løgtingsins, frá á sínum Facebook-vanga í dag.

 

- Vit innflyta eini 700 tons av ostavørum um árið, so her er nógv hjá MBM at fara eftir. Tað er gott, at vit hava matvøruframleiðslu í Føroyum. Ikki minst í hesum tíðum, har veitingartrygd er eitt evni, sum vit tíverri noyðast at taka í stórum álvara, nú vit síggja rembingar og rok kring heimin.

 

Ben Arabo heldur tað eisini vera upplagt, at vit royna at fáa meira balansu í okkara handilsviðurskifti við Ísland, har vit hava Hoyvíkssáttmálan.

 

- Sáttmálin og handilsviðurskiftini annars verða vónandi endurskoðað, so føroyskir mjólkaúrdráttir og aðrar vørur fáa betri atgongd til íslendska marknaðin, sum er einar sjey ferðir størri enn tann føroyski.

 

So kunnu MBM og onnur økja munandi um sín marknað, heldur vinnunevndarformaðurin fyri.

 

- Vit skulu eftir mínum tykki hava minst møguligar handilsforðingar millum okkum og nærmastu grannalondini, so føroyingar kunnu keypa og selja til frægast treytir og prísir, skrivar Ben Arabo á sínum Facebook-vanga fyrrapartin.

 

##med2##

 

- Vit skulu hava minst møguligar handilsforðingar millum okkum og nærmastu grannalond

- Linjohn Christiansen, borgarstjóri, hevði boðið okkum suður at síggja, hvat hendir í Skálavík