Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu og Birgir Andreasen hjá Føroya Møblasølu skrivaðu fyrst í hesi vikuni undir avtalu um nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði.
- Talan er um sama slag av graslíki, sum verður brúkt á fleiri øðrum føroyskum vøllum, har sandur og kork verða brúkt sum fylla, vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga.
Lagt verður aftrat, at byrjað verður at fyrireika vøllin hin 6. juli í ár, og sjálv áleggingin byrjar nakað fyri ólavsøku.
- Tað fer at taka einar 14 dagar at leggja nýggja vøllin á, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.
##med2##











