Í kvøld klokkan 18.30 verður framløga um grønmetisvelting og stovnandi aðalfundur í Bygdahúsinum á Strondum.
Tað er ein bólkur - ein stovnandi bólkur - sum hevur tikið stig til fundin, har áhugafelagið, Vakstrarøkið á Strondum, ætlandi verður stovnað.
Ein skrá er løgd fyri fundin, har fundarstjóri og skrivar fyrst verða vald, og síðan verður framløga um endamálið hjá áhugafelagnum.
Síðan verður viðgerð og samtykt av viðtøkum, val av nevnd og ásetan av limagjaldi.
Fyri sjálvan stovnandi aðalfundin av áhugafelagnum fer umboð fyri Veltuna á Sandi at hava framløgu um arbeiðið hjá teimum.
##med2##
- Her verður eitt nú greitt frá, hvat riggar at veksa í Føroyum, og greitt verður eisini frá ymiskum øðrum viðkomandi innan grønmetisvelting.
Stovnandi bólkurin aftanfyri Vakstrarøkið á Strondum sigur á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu, at øll áhugað eru vælkomin á stovnandi fundin í kvøld.











