Eins á Asfalt, verður havnarbólkurin Bendar Spónir bólkurin, ið stendur fyri tónleikinum, tá Petur Pólson spælir á G! Festivalinum fríggjadagin 24. juli. Petur Pólson og Bendar Spónir spældu eina sera væl eydnaða konsert saman á Asfalt tiltakinum, og hetta hevur millum annað ført við sær, at samstarvið heldur fram.
-Tað kennist nátúrligt at spæla saman við Bendar Spónir, tí at vit eru á tónleikaligari bylgjulongd, sigur Bogi á Lakjuni, ið eisini spælir við Peturi.
Umframt Bendar Spónir, tær tríggjar Dam´urnar, verður eisini Jan Rúni Poulsen við. Hann spælir paukur og percussion.
Framførslan hjá Petur Pólson verður fríggjadagin 24. juli á Spæliplássinum, klokkan 17.20