Bent Isager-Nielsen og Stine Bolther vitja Norðurlandahúsið

Bent Isager-Nielsen, sum var leiðari á drápsdeildini hjá ferðaliðnum í Danmark, og Stine Bolther, krimirithøvundur siga frá kanningararbeiðinum í drápsmálum, í veruleikanum og í skaldskapi

Norðurlandahúsið skrivar, at hetta verður eitt áhugavert kvøld um drápsmál, DNA-kanning, ferðaliðið og um, hvussu rithøvundurin fær íblástur frá veruleikanum.

 

Hetta kvøldið hittast leiðarin fyri drápsdeildina hjá ferðaliðnum, Bent Isager-Nielsen, og journalisturin og krimirithøvundurin, Stine Bolther, at samrøða um veruleika og skaldskap. 

 

Eitt nú fara tey at umrøða føroysk mál og greiða frá einum drápsmáli, har líkið í drúgva tíð manglaði. Áhoyrararnir fáa serligt høvi at hoyra um nýggjar kanningarhættir við DNA og ættargransking.

 

Bent Isager-Nielsen fer at tosa um tíðina, hann arbeiddi hjá ferðaliðnum, og Stine Bolther fer at tosa um, hvussu tað er at halda fram at skriva røðina um Afdeling Q saman við Jussi Adler-Olsen og Line Holm. 

 

Síðani fara fyrilestrarhaldararnir at umrøða, hví tað í hesum døgum er so stórur áhugi fyri krimisøgum úr veruleikanum.

 

Bent Isager-Nielsen og Stine Bolther hava kenst í nógv ár, og tey gleða seg til at geva áhoyrarum eitt spennandi og áhugavert kvøld í Norðurlandahúsinum.

 

Tiltakið verður mánadagin 18. mai 2026, klokkan 19.30, og tað kostar 195 krónur.