Burn: VÍF vann seg í FM-hálvfinalurnar

FM-fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin hjá neistamonnum

Mynd: Álvur Haraldsen

Nú kenna vit nøvnini á trimum liðum, ið skulu kappast í FM-hálvfinalunum í Burn Mansdeildini. Tey eru H71, Kyndil og VÍF. 

 

Klokkan 19 í kvøld kenna vit fjórða og seinasta liðið. Tá spæla StÍF og KÍF FM-fjórðingsfinalu í høllini á Skála.

 

VÍF vann 28-25 á Neistanum í FM-fjórðingsfinaluni í Vestmanna. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 13-11. Tá 45 minuttir vóru leiktir var VÍF bert á odda 19-18. Men 10 minuttir seinni var støðan 25-19 til VÍF.

 

Toppskjúttar hjá VÍF við sjey málum hvør vóru Áki Egilsnes og Filip Jojic. Toppskjútti hjá Neistanum var Nikolai Bliznov, somuleiðis við sjey málum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Vestmanna:

 

##med2##

 

Mynd: Álvur Haraldsen