Berger: Eg var ørkymlaður

Landsdystur: Kekkiska stjørnan í Liverpool duldi ikki, at hann undrast yvir, at føroyska liðið kann standa seg so væl

Skitnasta avrikið í Prag leygarkvøldið mundi kekkiski miðvallarin í Liverpool FC, Patrik Berger, standa fyri. Hann trampaði niður á Pól Thorsteinsson, sum eftir samanbrest millum teir báðar, framvegis lá á válinum, og dómarin vísti honum reyða kortið.

Berger varð sendur í umklæðingarrúmið. Tað hevði hann neyvan ætla frammanundan, men tá tað leið móti endanum var hann aftur at síggja uttanfyri girðingina, og meðan hann bíðaði eftir síðsta bríkslinum frá dómaranum, heilsaði myndamaðurin hjá Sosialinum uppá hann:

? Eg harmist sjálvandi um, at undankappingin skuldi enda soleiðis hjá mær. At eg ikki var nóg sinniligur, rokni eg við komst av, at tað ikki gekk so lætt hjá okkum at fáa málmøguleikar og mál, sum vit høvdu roknað við.

Og mótstøðuliðið?

? Vit sóu í Føroyum í fjør, at føroyingar hava eitt væl skipað lið, og tað var sjón fyri søgn aftur í kvøld.

Legði tú merki til nakran føroyskan spælara?

? Todi Jónsson var framúr góður og var ein stórur trupulleiki fyri verjuna hjá okkum.

Hetta vóru orðini hjá útvísta manninum, áðrenn síðsta bríkslið ljóðaði frá dómaranum, og so fór Berger aftur á vøllin, har hann saman við liðfeløgunum sólaði sær í øgiliga róminum frá viðhaldsfólkunum.