Fyrsta umfar í bólki B við EM í kvinnufótbólti fann heldur ongan vinnara.
Møguleikarnir skuldu verið góðir, tí mest undirtippaða liðið, Ísland, spældi móti rímiliga sterkt metta Noregi. Men íslendingar megnaðu ein 1-1 javnleik.
Í hinum dystinum í bólkinum var úrslitið kanska enn meira óvæntað, tí her eydnaðist Hollandi at spæla málleysan javnleik móti sjálvum Týsklandi, sum hevur vunnið EM seinastu seks ferðirnar.
Tað merkir, at einki lið enn hevur merkt søta smakkin av sigri higartil í kappingini, nú fýra dystir eru leiktir.