- Besti avsluttarin eg nakrantíð havi sæð

Tað sigur Hallur Hansson um nú fyrrverandi liðfelagin, Nicklas Helenius, sum er seldur til enska Premier League felagið Aston Villa.

 

Tað er donsk innrás í Aston Villa, sum eftir fáum døgum hevur keypt tveir danskar spælarar. Fyrst keyptu teir Jores Okore, sum er føddur í Fílabeinsstrondini, frá FC Nordsjælland. Skjóti og sterki miðverjin hevur spælt sjey landsdystir. Eisini Chelsea vísti honum áhuga eftir sannførandi avrik í Champions League farna kappingarár.

 

Nú hevur Aston Villa eisini keypt 22 ára gamla Nicklas Helenius frá AaB, sum hevur føroyska landsliðsspælaran Hall Hansson í hópinum. Hallur letur væl at næstan tveir metrar høga framherjanum.

 

- Hann er tann besti avsluttarin eg nakrantið havi sæð, sigur Hallur Hansson við portalin.

 

Nicklas Helenius hevur skotið 40 mál í 120 dystum fyri AaB. Hann hevur eisini spælt á danska U21 landsliðnum og skoraði móti Føroyum í oktobur 2011, tá Danmark vann 4-0. Hallur kennir væl danska framherjan.

 

- Hann er ein fínur fýrur. Vit hava havt kamar saman til onkrar dystir. Hann er ein púra vanligur og róligur drongur sum allir aðrir, sigur Hallur, sum metir at Nicklas Helenius hevur evnini til at standa seg í Premier League.

 

- Tíðin kemur at vísa um hann slær til, men Paul Lambert hevur sagt. at hann fer at fáa møguleikan, so tað er at taka av. Evnini hevur hann, sigur Hallur Hansson at enda.

 

Sambært bretskum miðlum er keypsprísurin áleið 10 milliónir krónur, men kann koma upp á 18 milliónir krónur um avrikini eru góð.