Poker
Fleiri enn 70 poker-spælarar sessaðust um vikuskiftið í Havn, har teir skuldu gera av, hvør var besti spælarin av øllum.
Og eftir 12 tímar við intensivum spæli varð vinnarin funnin. Og hesin er 31 ára gamli Antines Joensen, sum úr Skuvoy.
- Eg havi spælt í fýra ár, og tú verður meira ella minni bitin av hesum spælinum. Men eg havi ongan tíð áður vunnið nakra stóra kapping. Onkrar smærri kappingar havi eg vunnið, og onkra tíð havi eg sitið við finaluborðið, men hetta er so fyrsta stóra kappingin, sum eg vinni, sigur Antines Joensen við Rás2.
Spurdur, hvussu nógv hepni er við í spælinum, tá kappast verður, sigur hann, at tað ikki bara er hepni.
- Tá tú spælir í 12 tímar, so er tað ikki bara hepni. Sjálvandi krevst hepni í løtu, um tú skalt vinna, men gjøgnumgangandi mást tú vita, nær tú callar, raisar og reraisar. Annars kemur tú ikki langt, sigur Antines Joensen.
Millum poker-spælarar er tað ikki ókent at fara til kappingar uttanlands at royna seg, men enn er hetta ikki nakað, sum Antines hevur roynt.
- Eg havi hugsað eitt sindur um tað. Tað er jú ikki at gevast, meðan tað gongur somikið væl, sigur hann við Rás2.