Rimmar sigur í Reykjavík

Við verjuspæli í serflokki vunnið Føroyar fyri fyrstu ferð á Íslandi í kvinnuhondbólti

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

Við verjuspæli í serflokki vunnið Føroyar fyri fyrstu ferð á Íslandi í kvinnuhondbólti. Føroyar vóru betri og vunnu 24-22, eftir javnleik 11-11 í fyrra hálvleiki.

 

Føroyar byrjaðu dystin betri. Verjan stóð serstakliga væl við Lív Zachariasen og Pernille Brandenborg í miðverjuni, og vóru íslendsku skotini væl trýst, sum hjálpti Rakul Wardum væl í føroyska málinum. Álopsspælið var eisini fyri tað mesta gott, serliga spælið ein móti einari, har Súna Krossteig Hansen og Jana Mittún vóru eyðsýndar, eisini funnu tær Pernille væl á strikuni. Okkara vóru hvassari fyrstu 15 minuttirnar og vóru á odda 7-3, áðrenn íslendingar tóku leikbrá. Bæði liðini brendu heldur illa í fyrra hálvleiki og høvdu bæði liðini undir 50% í úrtøku, har íslendski málverjin stóð við 50% og Rakul við 31%. Tað hepnaðist betri hjá Íslandi eftir leikbráið, meðan okkara brendu nakrar møguleikar, føroyska leiðslan var skjótt etin og fylgdust liðini seinastu løtuna til hálvleiks, tá støðan var 11-11.


Føroyar fingu somu góðu byrjan í seinna, sum í fyrra hálvleiki. Verjan stóð væl og okkara øktu til 14-11, áðrenn ísland svaraðu aftur. Okkara brendu ov illa ta einu løtuna og Ísland kom fram um 17-16 eftir 45 minuttir. Føroysku kvinnurnar komu tó leypandi til góðar málmøguleikar og svaraðu aftur. 18-ára gamla Gylta á Neystabø kom inn í sínum frumdysti og hevði hon tríggjar avgerandi bjargingar seinastu løtuna. Okkara hómaðu stigini og bardust sum úlvar í verjuni seinastu løtuna. Tá 5 minuttir restaðu vóru okkara frammanfyri við trimum og megnaðu at halda leiðsluna. Føroyar hava fingið eina dreymabyrjan uppá EM-undankappingina og vinna 24-22 á Íslandi.


Næsti dystur hjá Føroyum verður komandi leygardag kl. 19.00 Við Tjarnir, har Montenegro kemur á vitjan. Montenegro er styrkismett ovast í bólkinum og vunnu tær eisini tryggan 29-22 sigur á Portugal í kvøld. Atgongumerki fáast til keyps á atgongumerki.fo.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jana Mittún 7

Pernille Brandenborg 6

Súna Krossteig Hansen 4

Rannvá Olsen 2

Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

Maria Pálsdóttir Nólsoy 1

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (1)

Maria Halsdóttir Weyhe (1)


Málverjar:

Rakul Wardum 6 bjargingar, 29%

Gylta Djurhuus á Neystabø 3 bjargingar, 30%

 

Dystargongdin Ísland – Føroyar:

5 min: 2-2

10 min: 3-4

15 min: 3-6

20 min: 7-8

25 min: 9-10

30 min: 11-11

35 min: 11-14

40 min: 14-16

45 min: 17-17

50 min: 17-20

55 min: 20-22

60 min: 22-24

 

Mynd: HSF