Tað sigur aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, eftir ein fund í verjukontaktbólkinum hjá Ukraina, sum er ein samanrenning av londum, ið stuðla Ukraina.
Fráboðanin kemur, eftir at ein uppgerð vísir, at vesturlendskar játtanir og gávur til Ukraina eru minkaðar munandi seinastu mánaðirnar.
Keypið av framkomnu amerikansku vápnunum skal fara fram gjøgnum PURL-átakið, sum er eitt samstarv, ið kann tryggja, at tey vápn, sum Ukraina mest ynskir sær, skjótari verða latin á vígvøllin í Ukraina.
Áðrenn fundin í dag vóru seks allierað lond við í PURL-átakinum – harímillum Danmark – nú eru tey 16–17 í tali, upplýsir Mark Rutte.
Fyrr í dag heitti verjumálaráðharri USA, Pete Hegseth, á um at økja stuðulin til Ukraina gjøgnum PURL-átakið.