? Hetta komandi valskeiðið verður tað eitt høvuðsmál hjá kommununi at betala so nógva skuld, sum til ber.
Tað sigur Levi Niclasen, sum nú fer undir eitt nýtt skeið sum bygdaráðsformaður í Hvalbiar Kommunu.
Hann sigur, at kommunan skyldar góðar 15 milliónir og tað er áleið hálvonnur álíkning.
Hóast hetta ikki er so ovurhonds skuld, afturímóti fleiri øðrum kommunum, førir tað til bindingar og tær ætla vit at sleppa av við, sigur hann.
Men annars ætlar bygdaráðið sær fyrst og fremst undir at fremja nakrar útbyggingar, sum longu eru samtyktar.
Í fyrstu atlløgu hevur fráfarandi bygdaráð samtykt at byggja skúlan í Sandvík út. Farið verður undir tað útbyggingina fyrst í komandi ári, so skjótt sum góðkendar tekningar eru fingnar til vega.
Ætlanin er at byggja tvær skúlastovur upp í eystara enda á skúlanum. Hvør stova verður fýra metrar long og onnur skal brúkast til teldurúm og hin til evning.
Síðani er tað eisini samtykt at fríðka Geilina, sum er eitt stykki mitt í bygdini í Sandvík. Í tí sambandinum er ætlanin at flyta minnisvarðan yvir skaldið, Martin Joensen, sum stendur uppi við skúlan, oman í Geilina, har barnaheim hansara var.
Ein triðja samtykt, sum farið verður undir í næstum, er at breiðka vegin ígjøgnum Garðsina, sum er ein býlingur í Hvalba.
Annars er bygdaráðið farið undir eitt annað stórt tiltak, og tað er at dýpa havnina. Tað, at havnin hevur verið ov grunn, hevur verið til stóran ampa, bæði hjá skipum og virki.
?Tað er bara í bestu líkindum, at tveir bátar hava kunnað ligið í havnini ísenn. Annars hevur verið neyðugt at flyta ein bát, upp á Tvøroyri, hvørja ferð ein annar hevur skula framat at avreiða. Tað hevur eisini verið neyðugt hjá bátum at leggja fiskin upp á Tvøroyri og so at koyra hann til Hvalbiar.
Eftir at havnin er dýpt, verður ongin trupulleiki at hava fleiri bátar inni ísenn. Í løtuni er ætlanin at dýpa tveir triðingar av hylinum. Hetta arbeiði kostar 4,7 milliónir. Men Levi Niclasen sigur, at fæst fígging, er ætlanin at dýpa allan hylin. Tað er J.&K. Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum.
? Kanska ongin kommuna í landinum hevur so nógv sjófólki okkara og teimum, sum abeiða veiði teirra undan, at takka, sum Hvalbiar Sóknar Kommuna. Tí vilja vit geva teimum tær bestu umstøður at virka undir, bæði á sjógvi og landi, sigur Levi Niclasen
Annars letur sambðlið upp hálvan januar og fyrsta dagin verður lýst í bløðunum, at fólk kunnu søkja um at sleppa inn.