Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t.
Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a-fyrispurning um skeltingina hjá Landsverki.
Nýggj tøkni – gomul skelting
Uttan fyri fjølbygt øki er almenna hámarksferðin í Føroyum 80 km/t. Á fleiri vegastrekkjum verður hon staðbundið sett niður, eitt nú til 60 km/t.
Trupulleikin er, at tá henda avmarkingin endar, verður ikki skeltað við 80 km/t aftur, hóast almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t.
Fyri nøkrum árum síðani hevði hetta kanska ikki sama týdning. Men tøknin í bilunum hevur broytt støðuna.
Nýggir bilar eru í stóran mun útgjørdir við skipanum sum Traffic Sign Recognition (TSR) og Intelligent Speed Assistance (ISA). Skipanirnar lesa ferðsluskelti og vísa føraranum, hvør hámarksferðin er.
Eg havi staðfest hetta fleiri staðni á føroyska vegakervinum. Bilurin lesur eitt 60-skelti og vísir 60 km/t sum hámarksferð. Men tá 60-avmarkingin endar, kemur einki 80-skelti. Úrslitið er, at bilurin framhaldandi kann vísa 60 km/t, hóast komið er inn á eitt vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t.
Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki.
Men støðan er ein onnur hjá einum ferðafólki í einum leigubili.
Leigubilar eru nýggir og hava júst hesa tøknina. Ferðafólkið kennir hvørki føroysku vegirnar ella føroysku ferðslureglurnar eins væl og vit. Tá bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t, er tað púra natúrligt, at førarin lítur á tað.
So kann úrslitið gerast, at koyrt verður 60 km/t kilometur eftir kilometur, hóast loyvt er at koyra 80.
Ferðarmunur hevur eisini týdning
Hetta snýr seg ikki um, at øll altíð skulu koyra 80 km/t. Sjálvandi skal ferðin lagast eftir vegi, sýni, veðri og umstøðum annars.
Men ferðslutrygd snýr seg heldur ikki bara um hægstu ferðina hjá tí einstaka bilinum.
Ferðamunurin millum bilarnar hevur eisini týdning.
Tá ein bilur koyrir munandi spakuligari enn ferðslan annars, savnast bilar aftanfyri. Tað kann geva fleiri yvirhálingar og fleiri støður, har førarar skulu taka avgerðir í mun til mótkoyrandi ferðslu.
Hetta er ikki eitt nýtt sjónarmið. Fleiri kanningar hava gjøgnum árini viðgjørt sambandið millum ferðamun og vandan fyri óhappi.
Millum hesar eru Solomon (1964), Cirillo (1968), Hauer (1971), West og Dunn (1971) og Harkey.
Solomon og Cirillo vístu á eitt samband millum frávik frá miðal ferðini á einum vegastrekki og óhappsváða. Hauer hugdi serliga at, hvat hendir, tá ein bilur koyrir munandi spakuligari enn ferðslan annars, og hvussu hetta elvir til yvirhálingar.
Tað grundleggjandi sjónarmiðið er ikki so torgreitt: Jú størri ferðamunur er millum bilarnar, jú fleiri yvirhálingar eru. Minni ferðmunur gevur hinvegin eina javnari ferðslu.
Eisini hevur verið víst á hetta sjónarmiðið í sambandi við ferðslulóggávu aðrastaðni: javnari ferðsla og færri yvirhálingar verða knýtt at bæði betri framkomuleika og ferðslutrygd.
Ein lítil broyting kann gera mun
Tí havi eg sett landsstýrismanninum spurningin:
Ætlar hann at taka stig til, at Landsverk setir upp skelti við 80 km/t, tá ein staðbundin lægri hámarksferð, eitt nú 60 km/t, endar og almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t?
Eg spyrji eisini, um Landsverk hevur kannað, hvussu verandi skelting riggar saman við skeltalesingini í nýggjum bilum, og um hetta kann hava ávirkan á framkomuleika og ferðslutrygd.
Í grannalondum okkara verður greiðari skeltað, tá staðbundnar ferðavmarkingar enda ella ein hægri hámarksferð aftur er galdandi.
Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við.
Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra 80 km/t, eigur bæði førarin og bilurin at fáa greið boð um tað.
Tað kann gera ferðsluna greiðari, javnari og smidligari – og samstundis minka um óneyðugar støður, har langar røðir og yvirhálingar taka seg upp.
Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi.










