John Johannessen
Nógv tann størsti parturin av kirkjufólkunum í Føroyum høvdu tikið tað sum ein heiður, at ein bispur prædikaði í kirkju teirra.
Hetta siga fimtan føroyskir prestar millum annað í skrivi, teir hava sent donskum bispum í sambandi við, at prestarnir í Klaksvík og annar av prestunum í Vesturkirkjuni hava sýtt tveimum donskum prestum at prædika í hesum báðum kirkjunum annan hvítusunnudag.
Teir fimtan føroysku prestarnir siga seg harmast um, at tríggir prestar í tveimum av teimum 60 kirkjunum í landinum hava sett seg upp ímóti, at tveir danskir bispar prædika í kirkjum teirra.
Prestarnir gera púra greitt, at donsku bisparnir eru vælkomnir at prædika í kirkjum sínum, og teir vísa eisini á, at teir eru takksamir fyri hetta.
Brævið til donsku bisparnar endar við, at føroysku prestarnir siga seg vóna, at tað, ið hent er, ikki fer at seta skør í hátíðarhaldið í sambandi við túsundárahaldið fyri, at gleðiboðskapurin varð boðaður í Føroyum.
Markera samkynt paraløg
Orsøkin til, at donsku bisparnir ikki sleppa at prædika í Føroyum er, at teir 28. oktober 1997 skrivaðu undir eitt skriv, sum gevur loyvi til at boða frá samkyndum paralagi í kirkjuni.
Bergur Debes Joensen, annar av sóknarprestunum í Vesturkirkjuni, sigur seg kenna seg noyddan at mótmæla, at Jan Lindhardt prædikar í kirkju síni. Hann sigur, at Jan Lindhardt, sum ovasti myndugleiki fyri kirkjuna, hevur sett prestarnar og kirkjuna í eina sera ótolandi støðu.
Niels Pauli Danielsen, annar av sóknarprestunum í Klaksvík, sigur at kirkjuráðið í Klaksvík og prestarnir hava gjørt av at boða bispi frá, at tey ikki ynskja, at Karsten Nissen skal prædika í Klaksvík, fyri at staðfesta, at tey ikki hava somu hugsan sum danski bispurin og hansara líkar.
Sóknarpresturin vísir á, at tá Karsten Nissen skrivaði undir skjalið frá oktober 1997, staðfesti hann sína hugsan. Tí heldur hann, at prestarnir í Klaksvík saman við kirjuráðnum nú kunnu staðfesta nakað annað afturímóti.
Hesum meiningum tekur Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina undir við. Stýrið átalar í yvirlýsing í bløðunum, at norðurlendskir bispar, ið hava góðkent samkynt paralag, eftir ætlan skulu prædika í kirkjum okkara annan hvítusunnudag.
Eisini sjúkrahús- og fongsulspresturin, Sverri Steinholm, sum er hjálparprestur í Havnar Kirkju, hevur mótmælt, at danskur bispur skal prædika í Havnar Kirkju á hvítusunnu. Men mótmæli hansara varð ikki tikið til eftirtektar. Orsøkin fyri hesum var, at hinir báðir prestarnir í kirkjuni, Bjarni Bæk og Sonja Klein, viðmæltu, at danski bispurin skal prædika í kirkju teirra.
Ósamd prestastætt
Tað eru fýra føroyskir prestar, ið hava mótmælt, at danskir bispar prædika í kirkjum teirra, og hesir fáa stuðul frá Høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Men hetta merkir ikki, at meginparturin av føroysku kirkjuni er ímóti, at donsku bisparnir prædika í Føroyum. Teir fimtan prestarnir, ið hava skrivað undir umberingina til donsku prestarnar, eru nevniliga restin av allari teirri føroysku prestastættini.
Afturat hesum stuðlar Føroya bispur eisini teimum fimtan prestunum. Bispur heldur nevniliga, at tað týdningarmesta er, at Kristus verður boðaður, og ikki hvør boðar hann.
Føroya bispur vísir á, at tað er skeivt av teimum fýra prestunum at tosa um bíbliutrúgvir prestar og ikki. Hann sigur, at tað jú ikki ber til hjá okkum menniskjum at siga, hvør tulkar bíbliuna rætt, og hvør ikki tulkar hana rætt.
Tískil heldur prestur, at tað, summir føroyskir prestar gera í løtuni, er at fella dóm áðrenn Kristus er komin aftur at døma um, hvør er trúgvur og ikki.