Óhappið hendi á krossvegnum við Nýggjaveg mitt í býnum, tá ein bilur rendi á ein annan. Sambært løgregluni var talan um nakað av skrokkskaða, men eingin fólkaskaði hendi.
Løgreglan sigur, at sýnið í krossinum er eitt sindur avmarkað, men tað broytir ikki upp á tað, at bilførarar hava skyldu at halda víkiskylduna.
Vanliga fær ein bilførari í minsta lagi eitt klipp í koyrikortið fyri at bróta víkiskylduna. Endar brotið við einum samanstoyti, kann tað eisini hava við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.










