- Í samband við partvís sólarmyrkingina 12. august, hevur Skálavíkar kommuna keypt øllum borgarum brillur.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Skálavíkar kommunu.
Her verður eisini víst á, at partvísa sólarmynrkingin byrjar klokkan 17.56, er størst klokkan 18.54 og endar klokkan 19.50.
- Varandi tíð er ein tími og 54 minuttir tilsamans, verður lagt aftrat.
Á Facebook-vanganum sigur kommunan, at brillurnar kunnu heintast á kommunuskrivstovuni týsdagin 11. august frá 15.30 til 17.30.










